Sum vit skrivaðu í blaðnum í farnu viku, so eru vágamenn alt annað enn nøgdir um, at B36 skal vera strokið avstað við Darius Magdisauskas, sum í fyrru hálvu var ein týdningarmikil leikari hjá FS Vágum.
Hótta við endurgjaldskravi
Tað, sum serliga var orsøk til ónøgdina, var, at vágamenn søgdu B36 hava gingið aftur um bakið á sær, meðan leikarin var sáttmálabundin at FS Vágar.
FSF hevur tó gjørt úrskurð í málinum, og hava teir útflýggjað B36 spæliloyvi hjá leikaranum, afturímóti at B36 rindar FS Vágum 10.000 kr. umframt tær beinleiðis útreiðslur, sum FS Vágar hevur havt av leikaranum.
Skrivi frá vágamonnum er soljóðandi:
»Vísandi til tíðindi, ið útvarpsmaður bar okkum fyrrapartin í dag, sum Hr. Ísak Mikladal, aðalskrivari FSF?s í kvøld kundi vátta, um at FSF hevur útskrivað B36 spæliloyvi til leikara okkara, Hr. Darius Magdisauskas, skulu vit boða frá, at hetta er gjørt, uttan at FSF hevur vent sær til okkara um at leysgeva leikaran og tískil uttan okkara tilsøgn. Tá tað heldru ikki hevur eydnast okkum at fáa vátttað, nær, hvussu og av hvørjum henda avgerð er tikin, meta vit, at útskriftin av nýggja spæliloyvinum er ólóglig.
Tá vit meta at hetta saman við øðrum viðurskiftum er greitt brot á lógir, reglugerðir og siðvenju annars, skulu vit hervið boða frá, at vit í komandi viku í samráð við sakførara koma at at kæra hesa avgerð og reisa endurgjaldskrav móti FSF.
Somuleiðis skulu vit boða frá, at skuldi B36 nýtt nevnda leikara í landskappingardysti frá í dag at rokna, vilja vit kæra við tí fyri eyga, at B36 verður dømt at tapa viðkomandi dystir og annars verður straffað sambært lógum FSF?s eins og rinda okkum endurgjald.
Hetta er við hesum fráboðað
PS. Havandi stutta skotbrá okkara í huga, skulu vit somuleiðis boða frá, at vit ein av fyrstu døgunum koma at senda skriv til UEFA um nevndu viðurskifti. Avrit verður at senda til Akademisk Boldklub.«
Ikki góðkendur
Ísak Mikladal, aðalskrivari í ÍSF, sigur við Sosialin, at eftir hansara tykki er talan als ikki um nakað ivamál.
Hann vísir til § 1 í reglugerðini fyri góðkenning av leikarasáttmálum, har tað stendur soleiðis: »Sambært kappingarreglunum fyri fótbólt, grein 15 stk. 3 skulu bindandi avtalur millum leikara og felag altíð góðkennast av FSF«.
Ísak Mikladal vísur á, tað, sum er hent í hesum málinum, er, at FSF als ikki hevur fingið tilsent sáttmálan, sum Darius Magdisauskas hevur gjørt við FS Vágar.
Ikki fyrr enn trætumálið millum feløgini bæði byrjar, verður avrit av sáttmálanum sent FSF, men tá er hesin avvístur, vísandi til § 4 í somu reglugerð: »Felagið hevur skyldu at senda leikarasáttmálan til góðkenningar í seinasta lagi 7 dagar eftir, at sáttmálin er undirskrivaður. Verður henda freist ikki hildin, er leikarin frígjørdur frá skyldum sínum sambært leikarasáttmálanum.
Út frá hesum vísir Ísak á, at teir hava viðgjørt málið, sum um talan var um áhugaleikara, og at teir tí útskrivaðu spæliloyvi, treytað av rindan av 10.000 kr. + skjalprógvaðar útreiðslur, sum FS Vágar hevur av leikaranum.
Víðari sigur aðalskrivarin, at reglugerðirnar hjá FSF í hesum sambandi eru í tráð við altjóða galdandi reglur, og at hann tískil ikki dugur at síggja nakra sum helst nyttu hjá vágamonnum at seta seg í samband við UEFA.
Hinvegin vísur hann á, at í roynd og veru kann FSF hinvegin sekta FS Vágar, tí teir ikki hava hildið seg til reglurnar um góðkenning av leikarasáttmálum.
Sambært aðalskrivaranum hjá FSF er sostatt líkt til, at meira ikki hendir í málinum, og so er spurningurin, um vágamenn sláa seg til tols við hesum.t ganga seinna partin av hesi vikuni, tá heimsins sterkasti skal finnast.