Ólavur Hátún
Tað var tó ikki so, at V. Holmboe í sínum skapanarvirki tók upp arv eftir mæta undangongumannin. Men um tann beinleiðis týdning, sum Carl Nielsen fekk fyri hansara lívsleið, greiddi Vagn Holmboe frá, at hann sjálvur sum ungur var í iva, um hann skuldi kjósa sær tónleikin ella málningin sum sína listargrein. Í heiminum í Horsens, har pápin hevði málingahandil, komu javnan listamálarar, og pápanum tókti tað tryggari, at sonurin fekk sær málaraútbúgving - so kundi hann ið hvussu so er vinna sær til dagligt breyð við praktiskum arbeiði og seinni taka upp fyritøkuna eftir hann. Men tónleikurin spældi so mikið í sinninum á unga Vagni, at hann frá pápanum fekk loyvi til at gera eina - og bert eina - roynd til upptøku á konservatoriinum í Keypmannahavn.
Spennandi var tað at standa og bíða eftir úrslitinum, har ein fyri og annar eftir av aspirantunum varð kallaður inn at fáa sín dóm. At enda, tá ið bara hesin óttafulli ungi jútin var eftir í forrúminum, gekk hurðin, og lágvaksin maður við rísnum, stuttkliptum hári kom út. Um hann var Vagn Holmboe? Ja, eftir royndarúrslitunum í hoyrilæru, teori og tónleikakunning at døma hevði hann ikki staðið; men hann hevði í umsóknini lagt við eina strúkikvartett, og hana helt Carl Nielsen - tí hann var maðurin - vísa so mikið av skapandi gávum, at teir vildu geva honum møguleikan. Heppið fyri Holmboe og fyri danskt tónleikalív, at tað ikki var ein vanligur fakprofessari, men tann geniali listamaðurin, sum lagnan hevði hesa avgerð í hendur á.
Eftir loknan lesnað á Det kgl. danske Musikkonservatorium helt Vagn Holmboe fram við útbúgving í Berlin. Hansara stóri áhugi fyri fólkatónleiki og ivaleyst ikki minni tað, at hann í Berlin møttu sínari Metu, drógu hann longur suður í Europa og tá helst til heimland hennara Rumenia, har hann í bygdarløgum víða um granskaði rumenskan og annan balkanskan fólkatónleik.
Í 40-árunum fekk Vagn Holmboe sum tónleikaummælari á blaðnum Politiken sína ávirkan á danskt tónleikalív, og seinni sum professari í komposisjón á konservatoriinum kom hann meira enn nakar annar at seta sær spor í skapandi tónlist í Danmark. Millum hansara næmingar er fyrst og fremst at nevna tann nú heimsgitna Per Nørgaard, sum í komandi viku fer at sýna okkara Summartónum tann heiður ikki bert at vera hjástaddur, men í einum føri sjálvur sum pianistur at luttaka á konsert. Annað gitið tónaskald, sum V. Holmboe setti við, er Ib Nørholm, ið var høvuðslærari hjá okkara egna tónlistamanni, Sunleifi Rasmussen.
Sum skilst hevði Vagn Holmboe sterka kenslu fyri teirri lívgevandi megi, sum býr í fólkatónleikinuum; tó byggir hann ikki eins og norski Edvard Grieg og ungarski Béla Bartok sína skapandi list beinleiðis á fólkatónleik. Við støði í europeiskari musikktraditión heilt aftur til renaissancuna hevði Holmboe støðugt oyruni opin fyri tí nýggja, sum spretti uttan um hann. Men ongantíð søkti hann tað nýggja fyri tess egnu sakir, uttan helt sína egnu, eyðkendu kós, har ikki tíðarrák og móti, men einans dygdin vísti leiðina.
Tað er eitt fjølbroytt tónlistarligt valaverk, sum Vagn Holmboe fekk greitt úr hondum: skúlatónleikur, solosangir, kórverk, kamaropera, alskyns kamartónleikur og ikki færri enn 12 symfoniir. Sum symfonikari verður hann av kønum monnum ikki bert javnsettur við sjálvan Carl Nielsen, men verður hildin at vera komin eitt stig longur fram á vegin, og hansara symfoniir, harav fleiri hava fingið bæði innan- og uttanlands heiðursprísir, verða nú spældar víða hvar í tónlistarheiminum. Men sjálvur metti V. Holmboe strúkikvartettina at vera fullkomnasta millum ljómlið. »Joseph Haydn hevur lært meg at skriva strúkikvartettir«, skrivaði sjálvur Wolfgang Amadeus Mozart, og sama kundi Vagn Holmboe siga. Meira enn nakar granskaði hann tann stóra undangongumeistaran á hesum tónleikaøki.
Strúkikvartettin var tað sum nevnt, ið tryggjaði honum møguleikan at gerast tónlistamaður, hansara strúkikvartettir hava givið navninum Holmboe sæti millum tey fremstu innan hesa tónlistargrein, og seinasta verkið, sum hann - ógrøðiliga sjúkur, tó við fullari skapanarkraft - fullfíggjaði Mozart Requiem, og vinmaðurin Willliam Heinesen skrivaði seinastu síðurnar av heimsgitnu skaldsøgu Jørgen Frantz Jacobsens Barbaru, soleðis hevur fremsti næmingur Vagn Holmboes, per Nørgaard posthumt lagt seinastu hon á 21. strúkikvartett Vagn Holmboes, sum innan karmin hjá summartónum verður at hoyra á konsert í havnar Kirkju leygardagin 26. juni klokkan 1130.
Lesið eisini Vagn Holmboe og Føroyar...