Í Kringvarpinum hevur ikki hissini stríð tikið seg upp á tíðindadeildini seinastu mánaðirnar. Fyrst kostaði tað eina sjúkramelding til Liljan Weihe, sum tá eisini var tíðindaleiðari. So kostaði tað Liljuni Weihe starvið. So kostar tað Johnny í Grótinum tvær klagur. Eina frá Liljuni Weihe um hennara uppsøgn, og eina frá Jan Lamhauge, Rólant Waag Dam og Rógva Olavson til Kringvarpsstýrið. So kostaði tað eisini Kringvarpsstýrinum eina kæru frá somu journalistum til Mentamálaráðið. Nú er ein niðurstøða gjørd í stríðnum í Sortudíki, tí Mentamálaráðið hevur skorið ígjøgnum og sent Liljuna Weihe aftur til arbeiðis sum tíðindaleiðari. Spurningurin er, hvat nú hendir í Sortudíki.
Rúni Heinesen, stýrisformaður, segði við in.fo fríggjadagin, at nú mugu Johnny í Grótinum og Liljan Weihe setast við samráðingarborðið og semjast um, hvussu tey skulu fara víðari í málinum. Bæði Johnny í Grótinum og Liljan Weihe siga seg vera sinnað at samráðast, men spurningurin er framvegis, júst hvat tað inniber. Ein upplagdur møguleiki er, at Liljan Weihe bara fer aftur í starvið sum tíðindaleiðari. Spurningurin er tó, um nakar annar møguleiki er fyri einum endaligum útfallið og í so fall, hvat tað er.
Her er ein tíðarlinja, sum vísir hvussu málið hevur útviklað seg.
Tíðarlinja:
1. september – Johnny í Grótinum verður settur sum stjóri í KVF
26. september – Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks, vitjar í Dagur&Viku. Hetta elvdi til mikið rok, tí Liljan Weihe og Jan Lamhauge upplivdu hetta sum, at Johnny í Grótinum gjørdi avtalur vegna redaktiónina. Men Ivan Niclasen, redaktørur hetta kvøldið, upplivi hendingina sum verandi í ordan.
2. oktober – Liljan Weihe, táverandi tíðindaleiðari, verður sjúkrameldað í tríggjar vikur orsaka av tí hon sjálv hevur kallað ”einari kenslu av ovurhondsstórum eftirliti og misáliti frá stjóranum”.
'
Fyrsta vikan í oktober - Johnny í Grótinum vendir sær til Fjølmiðlanevndina um Skattamálið. Hetta verður síðani tikið aftur.
Miðskeiðis í oktober – Johnny í Grótinum mannar ein eftirmetingarbólk at eftirmeta Skattamálið.
23. oktober – Liljan Weihe, tíðindaleiðari, kunnar stýrisformannin Rúna Heinesen um støðuna í Kringvarpinum. Millum annað um uppíblanding frá stjóranum og um ógegni hansara í sambandi við Skattamálið.
24. november – Vikuskiftis Sosialurin ger stórt tema um støðuna við útgangsstøði í skjølum, sum Kringvarpsstýrið hevur fingið um støðuna.
30. november – Liljan Weihe fær ætlanarskriv um uppsøgn frá Johnny í Grótinum.
3. desember – Jan Lamhauge, Rólant Waag Dam og Rógvi Olavson klaga uppsøgnina av tíðindaleiðaranum og arbeiðsumstøður annars til Kringvarpsstýrið. Stutt eftir svarar Kringvarpsstýrið, at tey ikki gera meira við klaguna.
21. desember – Liljan Weihe verður endaliga søgd úr starvi.
3. januar – Liljan Weihe kærir uppsøgnina til Mentamálaráðið.
10. januar – Jan Lamhauge, Rólant Waag Dam og Rógvi Olavson kæra Kringvarpsstýrið til Mentamálaráðið og fáa stutt eftir kunning um, at ráðið ikki fer at viðgera kæruna, men tekur møguliga kæruna við í viðgerðina av kæruni hjá Liljuni Weihe.
20. apríl - Mentamálaráðið ógyldar uppsøgnina av Liljan Weihe, sum sostatt aftur er tíðindaleiðari í Kringvarpinum.