Öström fær sína egnu café

Í morgin, leygardagin 27.juli klokkan 10, letur nýggj café upp í Havn. Talan er um eina café, sum ikki bara er ein café.

-Öström er ikki bara ein café og heldur ikki bara ein handil við listahandverki. Öström vil fegin vera annað og meira enn antin ella.?Vit miða eftir samanrenningini, ið er eitt sindur øðrvísi, sigur Poul Clementsen, leiðari á Öström.

Caféin byrjar í morgin við eitt sindur skerdari matskrá, men so er ætlanin at byggja upp á næstu vikurnar. Milum annað verður bjóðað alt handa slag av kaffi, nýbrent og nýmalið á staðnum av Brell. Eisini fæst bjór og vín umframt ymsan lættari mat.?

Tá matskráin er fult útbygd, verða Pinkubreyð at fáa, eitt nýklakt hugskot, við uppruna úr norðurlendskum matarsiði, har smyrjibreyð hevur vart borg móti alskyns, alheims matarrákum, sigur Poul og leggur afturat: Fyri okkum er pinkubreyð tað stóra í tí smáa og holli breyðbitin passar væl inn í heildina, ið tekur støði í tí einfalda og ótilgjørda.

Samstundis sum caféin letur upp í Öström leygardagin, byrjar ein framsýning av íslendskum listhandverki. Tíggju ymiskir listahandverkarar sýna fram og selja.

Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag er Öström opið frá kl. 14:00 - 22:00