Manshondbóltur
Í leygardagsútgávu okkara skrivaðu vit, at hóast Neistin higartil í ár hevði staðið seg nakað betri enn grannarnir úr Kyndli, so mundi vera lítið at ivast í, at Kyndil var favorittur til dystin sunnudagin. Hetta var serliga grundað á, at Áki Mørk í vikuni varð skurðviðgjørdur í fótliðinum, og at Neistin tískil mátti vera týdningarmikla miðspælaran fyriuttan.
John gjørdi munin
Maður kemur tó í mans stað, og soleiðis var eisini hjá Neistanum. John Petersen hevur ikki gjørt tað stóra við hondbóltin í vetur. Og gitingarnar hava fleiri ferðir sent hann til venjingar hjá bæði StÍF og Neistanum, men fram til sunnudagin hevði tó einki hald verið í hesum.
Hesa ferð var tó álvara, og millum teir, sum tóku sæti á beinkinum hjá Neistanum, tá farið varð undir dystin, var John Petersen, men tað var tó ikki so leingi, at hann sat á hesum plássinum.
Fyrstu løtuna tóktist nevnliga eingin ivi vera um, at her ætlaði Kyndil sær tvey stig. Í verjuni høvdu teri ikki stórvegis trupulleikar av at halda neistamonnunum, og í álopspartinum skoraðu teir nærum eftir vild, tá teir ferð eftir ferð spældu seg leysar ígjøgnum bláu verjuna.
Eftir fyrsta korterið var støðan soleiðis 8-3 til Kyndil, men við innskiftingini av »nýggja« leikaranum, kom eitt slag av vend í. Fýra mál á rað frá John sendu Neistan inn aftur í dystin, men hóst øktan spenning, so fingu teir bláu ikki veruliga fatur á grannunum.
Tað líktist eisini einum slag av sálarligum knock-out, tá Neistin ikki megnaði at gera sær dælt av langari yvirtalsstøðu. Onkursvegna fingu dómararnir eina gjøgnumbrotsroynd hjá Helga Justinussen til at merkja tveir fingrar til bæði Jónleif Sólsker og Jacob Jónsson, men hóast teir í tveir minuttir spældu fýra ímóti seks, so megnaði Kyndil at halda muninum niður til Neistan. Og tá teir so eisini øktu eitt lítið vet um hendan í seinastu minuttunum undan steðginum, mundi hóast alt vera líkt til, at hetta skuldi Kyndil taka sær av.
Ikki minst tí spæl teirra sá nógv meira ómaksleyst út enn tað hjá Neistanum, sum nýttu nógvar kreftir til hvørt einasta mál,
Funnu einki mótspæl
Fyrstu løtuna hótti Neistin tó við at koppa øllum hesum á høvdið, tá teir við buldur og brak stríddu seg framum mótstøðuna, men spakuliga kom Kyndil aftur á rætta lagið. Hálvan hálvleik fyri leiklok høvdu teir aftur eina fýra mál stóra leiðslu, men so drógu teir púrasta svart.
Neistin fekk aftur verjuna at rigga, og Zeljko Jotic, sum annars hevði staðið ein góðan dyst, togaði avrikið enn longur upp, og so kundi tað gera tað sama, hvussu Kyndil kom ígjøgnum. Fríri leikarar, brotskøst og skot útifrá. Alt varð tikið, og við eitt vóru teir bláu nú frammanfyri. Nakað sum Kyndil ongan tíð veruliga megnaði at svara ímóti.
Neistin vann sostatt seinasta korterið 10-4, og tað var eisini hetta, sum avgjørdi dystin, og eftir kunn teir í Kyndli so sita og gruna, hví tað gekk, sum tað gekk.
Ein orsøk var tó heilt víst stríðsviljing, sum Neistin hevur sett í hásætið í ár. Hóast liðið sjálvsagt er tengt at avrikunum hjá einstaklingunum á liðnum, so er tað ein fyri allar og allir fyri ein, tá farið verður á vøllin. Døpru løturnar vóru fleiri sunnudagin, tá útlitini fyri einum sigri vóru millum lítil og eingi, men skarvurin varð tó ongan tíð givin yvir.
Hjá Kyndli var støðan júst hin øvugta. Størsta partin av dystinum høvdu teir tamarhald á tí, sum gekk fyri seg, men tá Neistin kortini stríddi seg aftur í dystin, høvdu teir einki stig at taka ímóti hesum. Og so høvdu teir heldur ikki John Petersen, sum kom, sá og sigraði.
Dysturin í tølum
Kyndil-Neistin 24-26 (12-9):
Málskjúttar
Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 8, Jónleif Sólsker 5(4), Høgni Klein 4, Jacob Jónsson 2, Regin Johannsen 2, Heini Bendtsen 2, Janus Einar Sørensen 1, Finnur Hansson 1
Neistin: John Petersen 11, Ragnar Stakksund 4, Birgir Kass 3, Kári Mortensen 2, Dann Thorleifsson 2, Morgan Knezevic 2, Helgi Justinussen 2
Brotskøst: Kyndil 7, Neistin 3
Útvísingar: Kyndil 5, Neistin 6
Diskvalifikatión: Neistin 1 (3X2 minuttir)
Dómarar úr H71: Jákup Símun Simonsen & Bárður Brimvík. Kundi helst verið betri til tíðir, men tykjast hava evnini at halda høvdið kalt, og við fleiri dystum verður samspælið eisini betri.