Stríð um borgarstjórasess í Runavík

Í Runavík tykist valstríð verða byrjað millum Tórbjørn Jacobsen og Terja Vestergaard um at gerast borgarstjóri

Varabogarstjórin í Runavíkar kommunu vónar at fáa áheitan um at bjóða sitandi borgarstjóra, Tórbjørn Jacobsen, av eftir býráðsvalið seinni í ár.

Tað segði Terji Vestergaard í samrøðu við in.fo fyrrakvøldið:

- Fólkið her kemur at avgera, um eg gerist ein av teimum, sum verður valdur aftur. Eg havi sitið nóg leingi til, at fólkið kann viga meg, og um tey meta meg at vera nóg tungan til sessin, vóni eg at fáa áheitan til at bjóða borgarstjóranum av til komandi býráðsval. 

- Eg haldi persónliga, at ein tann týdningarmesta fyritreytin hjá einum politikara, sum skal taka avgerðir vegna fólkið, má vera at tora at hyggja longur, enn hann sær og hugsa djúpri, enn hann skilir. 

Terje B. Vestergaard heldur, at tað eru avgerðir, bygdar á slíkar fyritreytir og tiknar av slíkum politikarum, ið hava skapt tey stóru tingini í søguni, segði Terji Vestergaard. 

Í einum uppslag á Facebook sigur Tórbjørn Jacobsen soleiðis:

~Takk havi lov fyri at vit liva og virka í einum fólkaræði, har borgarin, og ikki serstøk áhugamál, átrúnaðarlig ella peningalig, sleppa at gera av, hvør ið skal stjórna okkara framtíð. Góða eyðnu við ætlanini Terje - at gerast borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Og tá Tórbjørn Jacobsen á Facebook verður spurdur, um hann misteinkir Terja Vestergaard fyri at hava serstøk áhugamál, »átrúnaðarlig ella peningalig«, svarar borgarstjórin, at tað hevur hann ikki.

– Als ikki, fegnist bara um møguleikan hjá okkum vanligu borgarum at velja, hóast pungurin ikki stendur til at bresta av arvaðum fæi.

Tilsipingin til arvaða fæið er uttan iva, at Terje Vestergaard er giftur inn í ríkastu og einastu milliarder-familju í landinum, Bakkafrost-familjuna. Hann er versonur Hans Jacobsen á Bakka, sála.

Terji Vestergaard er valdur í Runavíkar býráð á sama lista sum Tórbjørn Jacobsen. Vanligt er, at tann við flestu atkvøðum gerst borgarstjóri.

Á seinasta vali fekk Tórbjørn Jacobsen 218 persónligar atkvøður. Næstur var Helgi L. Petersen við 149 og síðani Terje Vestergaard við 137.

Síðani er Helgi L. Petersen farin úr býráðnum, tí hann hevur flutt kommunu og stillar ikki upp næstu ferð. Terji Vestergaard tók við sum varaborgarstjóri eftir Helga L. Petersen.

Atkvøðubýtið millum býráðslimirnar á seinsta býráðsvalið var hetta:

 

Nr.

Listi

Navn

Atkv.

1

A

Torbjørn Jacobsen

218

2

A

Helgi Lamhauge Petersen

149

3

A

Terje Beinar Vestergaard

137

4

A

Etly Nord Højgaard

136

5

A

Kári Egholm Jacobsen

110

6

A

Jóhan Vest

107

7

A

Kristian Gaardbo

100

8

A

Selinda í Heiðunum

97

9

B

Hans Jákup Johannesen

96

10

B

Jonnhild Reynholdsdóttir

91

11

C

Jonhard Danielsen

171