Bóndur og fólk á bygd í Madagaskar eru í øðini um, at neytatjóvar eru farnir at gera um seg, og tey halda ikki, at myndugleikarnir gera nóg mikið fyri at steðga teimum.
Seinasta fríggjadag doyðu níggju fólk, tá løgreglumenn og hermenn lupu á nakrar neytatjóvar, sum høvdu tikið meiri enn 1.000 neyt. Tað vísti seg, at neytatjóvarnir vóru vápnaðir við AK 47-riflum, skrivar franska tíðindastovan AFP, og tríggir løgreglumenn vóru millum tey níggju, sum lógu eftirá.
Men tann ógvusligi samanbresturin við løgregluna og herin fekk ikki neytatjóvarnar at binda frið, og endin varð, at fólk í fýra bygdum tóku málið í egnar hendur. Úrslitið var, at 67 neytatjóvar og 12 bygdafólk lógu eftirá, skrivar AFP.