Forstjórin í Danske Bank, Peter Straarup, váttar nú, at hann fer úr stjórastarvinum um stutta tíð. Í samrøðu við Berlingske Tidende, sum kemur út í morgin, sigur hann, at dagurin er ásettur, nær eftirmaðurin kann seta seg í stjórastólin.
Ole Krohn, fíggjargreinari hjá TV2, sigur, at orðini hjá forstjóranum merkja helst, at stjóraskiftið verður eina ferð til várs. Ole Krohn heldur, at Peter Straarup hevur sjálvur tikið avgerðina um at fara úr starvinum.
Forstjórin í Danske Bank hevur verið undir stórum trýsti í seinastuni, millum annað orsakað av óhepnum íløgum uttanlands, sum hava trýst virðið á partabrøvum bankans niður.
Peter Straarup hevur verið forstjóri í Danske Bank í 14 ár.