Fyrireikingarnar byrjaðu longu stutt eftir at endurstovnanina av sjónleikarafelagnum.
Undirtøkan fyri leikinum hevur verið góð. 97 pláss eru í bio grafsalinum í Bygdarhúsinum á Strond um, og allar sýningarnar, sum higartil hava verið á skrá, hava verið útseldar.
Hóast mongu venjingarnar og framførslurnar hava kravt sítt, eru leikararnir ikki troyttir av at framføra.
– Leikararnir tíma væl at halda fram at framføra, teir halda at vit skulu koyra fleiri sýningar á skrá. Tað er ótrúligt, tí tey hava trenað leingi, sigur Turið Dyssegaard.
Leikararnir hava tað gott síná millum og tað hevur stóran týdning.
Stranda sjónleikarafelag bleiv endurstovnað í desember 2023, og fólk hava víst stóran áhuga fyri felagnum. Sjónleikarafelagið framførdi útileik á vári í fjør, hetta var barnaleikurin Bukkarnir brúsi. Ætlanin er aftur at framføra útileik í vár, tá Sjóvar kommuna hevur útiviku.
.Mostir Charley, snýr seg um tveir ungar menn ið skulu fríggja til hvør sína gentu. Fyri at tryggja sær at alt gongur siðiliga fyri seg, avgerða teir, at hetta skal henda tá mostir Charley kemur á vitjan, uttan at mostirin veit av hesum. Men Mostir Charley er seinkað, og nú eru góð ráð dýr. Tá óvæntaðir gestir eisini koma á gátt, gerst støðan alsamt meira fløkja slig við misskiljingum og skemtiligum støðum.
Skemtileikurin Mostir Charley er skrivaður av Brandon Thomas í 1892, og Andrias Justesen umsetti til føroyskt í 2001