Í hesum døgum verður arbeitt við at seta vindmyllur upp á Gellingarkletti oman fyri Havnina. Arbeiðið hevur gingið upp á stás – men nú hevur ein óvæntað forðing tikið seg upp. Teir ovurstóru veingirnir eru komnir til Føroyar og eru nú á Oyrarreingum, har farmaskipið við teimum, lá við bryggju.
Ætlanin var so at føra veingirnir, sum eru næstan 60 metrar langir, á vogni niðan ígjøgnum Kollafjarðardal og suður á Gellingarklett eftir Oyggjarvegnum. Tað fóru tey undir í gjárkvøldið - men tað gekk ikki heilt sum ætlað. Tað vísti seg nevniliga, at vognurin við vindmylluveingjunum slapp ikki ígjøgnum tað krappa svingið úr Kollafjarðardali niðan á sjálvan Oyggjarvegin, so har strandaðu veingirnir.
Landsverk hevur fingið boð um trupulleikan, og Mortan Olsen, økisleiðari fyri vegumsitingina í miðøkinum, sigur, at nú verður roynt at fáa greiði á, hvussu hann verður loystur best. Hann sigur, at tey, sum standa fyri flutninginum, høvdu royndarkoyrt strekkið frammanundan, men kortini gekk ikki sum ætlað.
Enn veit hann ikki, hvør loysnin verður. Talan kann verða um at breiðka svingið, ella at lækka lendi framvið. Talan kann eisini verða um at broyta hallið á vegnum -ella okkurt heilt annað. Tískil veit hann heldur ikki, nær tað verður loyst, um tað verður nú, ella um tað fer at taka nakrar dagar. Greiða skal eisini fáast á, hvør skal rinda fyri ábøturnar, sum skulu gerast.
##med2##
##med3##
##med4##