Ein siðvenja, sum hevur tikið seg upp seinastu árini er, at á hvørjum ári verður skipað fyri kapping í Beach Handball síðst í juli niðri í Sandágerði. Og soleiðis verður eisini í ár.
Tiltakið ber heitið Kjølur Beach Handball Cup 2016. Talan er um væl vitjaða kapping, har heili 28 lið luttóku í fjørsummar. Tiltakið fevnir um tvær kappingar - eina hjá monnum og eina hjá kvinnum.
Kappingin verður hildin leygardagin 23. juli. Á Facebook siga fyriskipararnir, at kappingin eydnaðist ómetaliga væl í fjør, har veðrið var av tí allar besta og lagið á fólki var gott.
Talan er um eitt tiltak, sum fevnir um meira enn bara strandarhondbóltin. Eisini er DJ á staðnum, og eins og í fjør verður tað DJ Falkenberg, ið fær ábyrgdina av at diska á staðnum.