Strandingar hava fyrimunin

Í tí fyrru hálvfinaluni í steypakappingini millum H71 og STÌF var tað ikki nógv, sum bendi á, at STÍF skuldi fara avstað við sigrinum, eftir at teir fingu eina stak vánaliga byrjan. Men tá ið dysturin var lokin stóð tað 25 til til heimaliðið og 26 til útiliðið. Hoyvíkingar høvdu bert sær sjálvum at takka, at teir taptu dystin, tí tey 26 seinastu sekundini høvdu teir tveir møguleikar at koma upp á javnleik við brotskøstum, men teir brendu báðar ferðinar

6-0 stóð tað til Hoyvíkingar á máltalvuni, og teir mongu strandingarnir, ið vóru komnir til Hoyvíkar í hálkuni mikukvøldið, hingu ikki sørt við høvdinum, og tað høvdu teir góða grund til. Alt virkaði hjá Hoyvíkingum, og hjá strandingum, ja, har var illa statt. Tvær útvísingar komu teir fyrstu minuttirnar, og so vóru Hoyvíkingar omaná beinanvegin. Mál aftaná mál skolaði inn í málið hjá Marian í STÌF málinum, og líkamikið hvussu strandingar royndu, so vildi bólturin ikki inn um málstengurnar.
Sum hálvleikurin leið, spældu strandingar seg heitar, men teir gjørdu enn alt ov nógvar feilir, og blakaðu ofta bóltin burtur. So Hoyvíkingarnir vóru alla tíðina omaná. Men við stríð og strev, og góðum málmansspælið frá tí unga Rasmus Magnussen, ið eitt stutt skifti kom inn fyri Marian, bardi STÌF seg fram á javnleik. 15-15 var úrslitið í hálvleikinum.

Hallur og Leivur stóru profilarnir
Tá liðini komu út til seinna hálvleik, leikaði sera javnt á. Onkutíð var H71 á odda, so komu strandingar fram um og so vendi aftur. Ikki sørt spennandi var tað, og tað kendist, sum dysturin kundi fara báðar vegir.
Hjá strandingum skaraði Leivur Justinussen framúr. Hann skoraði mál aftaná mál, og tá ið dysturin var at enda komin, hevði hann sett heili 11 mál í kassan. Yngri beiggin, Sveinur, ið mangan hevður verið bjargingin hjá STÍF, hevði ikki ein so góðan dyst, og skoraði bara 3 mál, væl færri enn vanligt er.
Strandingar spældu skjótt og gott hesa løtuna, og teir fingu nógv góð mál í skjótálopunum. Hjá H71 hekk spælið ikki so heilt væl saman. Men teirra bjarging var Halgir Dahl Olesen. Ferð aftaná ferð vísti hann, at hann í løtuni er ein av Føroya bestu hondbóltspælarnum. Hann trumlaði sjálvur gjøgnum verjuna hjá strandingum, og syrgdi næstan einsamallur fyri, at H71 sum oftast vórðu frammanfyri STÌF. Halgir var langt frammanfyri hinar skjúttarnar hjá hoyvíkingum, Halgir skoraði 9 mál, teir sum komu næst honum vóru Piti og Niels V Niclassen við hvør sínum trimum málum.

Ein sannur gysari
Tá ið eini 10 minuttir vóru eftir noyddist Halgir av vøllinum. Tað sá út sum um, at hann hevði fingið ein skaða í onkran fingur, og so gekk niður at bakka hjá H71. Strandingar fingu nú fyrimunin, hóast H71 vóru treiskir, og teir vildu als ikki gevast. Teir fangaðu altíð strandingar aftur, og tað skuldi eisini enda javnt ella H71 skuldu fingið enn og meira burturúr. Men H71 dummaðu seg. Tá ið STÌF komu 25-26 fram um var ikki ein gong ein minuttur eftir, men H71 fingu tvey brotskøst til at javna, og áskoðarirnir sótu sum nelgdir. H71 brendu tó bæði brotskøstini.
Og tí hava strandingar nú fyrimunin, tá ið liðini skulu spæla seinnu hálvfinaluna á Skála.
Men ein kann ikki siga, at strandingar hava annað beinið í finaluni. Tí at tað leikaði alt ov javnt á, og alt kundi hent í høllini í Hovík mikukvøldið. Tað kann tað eisni í høllini á Skála, serliga um Halgir Dahl Olesen spælir allan dystin fyri H71 hesuferð.

H71-StÍF 25-26(15-15)
H71: Halgir Dahl Olesen 9(1), Niels V. Niclassen 3, Piti Negru 3, Høgni M. Joensen 2, Esbern Patursson 2(1), Olaf Vesturgarð 2, Sigtór Andreasen 2, Henrik Gerster 1, Chr. Eli Zachariassen 1
StÍF: Leivur Justinussen 11, Alexandur Johansen 6(2), Pauli Hansen 3, Sveinur Justinussen 3, Bent Djurhuus 2, Borgar Danielsen 1
Brotskøst: H71 7(2), StÍF 2(2)
Útvísingar: H71 3, StÍF 6
Diskvalifikatión: StÍF 1
Dómarar: Kristjan Johansen og Sámal Hansen