Í bólki 2 í Faxe Kondi-kappingini hjá monnum hittust Kyndil og StÍF í høllini á Hálsi. Talan var um fyrsta dystin hjá hesum liðum í ársins útgávu at steypakappingini hjá monnum.
Strandingar eru tiltiknir fyri at standa seg væl í steypakappingini, og hetta vístu teir enn einaferð í dag. Í fyrra hálvleiki hevði StÍF munin, har tað serliga var stórskjúttin á liðnum, Sveinur Justinussen, sum skaraði framúr. Hann skoraði heili átta av 13 málunum hjá StÍF í fyrra hálvleiki, men 15 sekund áðrenn hálvleik endaði dysturin brádliga fyri Svein, tá ið hann fekk reytt kort fyri at fella Bartal Klein Olsen hjá Kyndli, ið kom rennandi við fullari ferð ímóti málinum.
Liðini fóru til hálvleiks við støðuni 13-11 til StÍF.
Undan seinna hálvleiki var spurningurin, hvør skuldi taka yvir við málskjótingini hjá StÍF, men sigast má, at aðrir tóku ábyrgd. Serliga var tað vinstrahenti Allan Norðberg, sum skoraði fleiri góð mál og endaði sum toppskjútti hjá StÍF við 10 málum. Kyndil fekk ongantíð sítt spæl at rigga, og endin var tann, at væl kempandi strandingarnir vunnu dystin 28-25.
Ein annar dystur bleiv eisini spældur í bólki 2. Í Vestmanna hittust VÍF og Team Klaksvík. VÍF var greiður favorittur undan dystinum, og tað vóru eisini vestmenningar, sum vunnu trivaligan sigur. VÍF vann 36-25 eftir hálvleiksstøðuna 19-13.
Dagsins úrslit geva hesa støðuna í bólki 2 í Faxe Kondi-kappingini:
1. VÍF 2 stig
2. StÍF 2 stig
3. Kyndil 0 stig
4. Team Klaksvík 0 stig
Málskjúttarnir í dystunum í bólki 2 vóru hesir:
Kyndil-StÍF 25-28 (11-13)
Kyndil: David Edvardsen 6, Hørður Fannar Sigtórsson 5, Hjalti Mohr Jacobsen 5, Tummas Pauli Hanusarson 4, Bjarni Sørensen 2, Høgni Klein Olsen 2 og Bartal Klein Olsen 1.
StÍF: Allan Norðberg 10, Sveinur Justinussen 8, Pætur Johansen 4, Pætur Joensen 2, Borgar Persson 2, Marius Joensen 1 og Jógvan Joensen 1.
VÍF-Team Klaksvík 36-25 (19-13)
VÍF: Sjúrður Olsen 8, Filip Jojic 6, Julian Olsen 6, Andrias Eriksen 4, Bjarti Hansen 4, Rúni Joensen 3, Høgni Zachariassen 3 og Rói Lamhauge 2.
Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 10, Borgar Persson 6, Finnur Hansson 4, Hans Arni Thomsen 2, Jens Pauli Mohr 2 og Vilhelm Vilhelmsen 1.