HONDBÓLTUR
Besta mansliðið hjá strandingum man helst teljast ímillum eitt av mest sigursvandu liðunum í manshondbólti seinnu árini. Hetta er tó als ikki tí, at liðið altíð hevur klárað seg so væl í landskappingini, tí meistaraheitini eru ikki nógv í tali. Hinvegin er StÍF steypaliðið yvir øllum hinum liðunum, og teir hava mest sum ognað sær monopol upp á sigurin í steypafinaluni.
Farna kappingarár var heldur einki undantak í so máta fyri menninar hjá StÍF. Sum ikki einaferð tryggjaðu teir sær sigurin í steypakappingini longu í februar mánaði, og eftir hetta tóktust teir kanska dovna eitt sindur í landskappingini. Á síðsta leikdegi høvdu teir tó møguleikan at tryggja sær bronsuheiðursmerkini, tá teir tóku ímóti KÍF á heimavølli, men eitt tap gjørdi í staðin, at tað vóru kollfirðingar, sum fóru avstað við triðja plássinum.
Nú stendur eitt nýtt kappingarár so fyri framman, og enn einaferð verður væntað nógv av liðnum hjá StÍF. Tað hava tó verið fleiri útskiftingar í hópinum, og liðið hevur m.a. mist bæði toppskjúttan og spælandi venjaran frá síðsta kappinarári. Í staðin fyri Jakob Jónson hevur felagið fingið fyrrverandi neistavenjaran, Claus Rasmussen, at standa á odda fyri liðnum, og tí verður tað hann, sum skal føra liðið upp í oddin.
Sosialurin hevur tikið eitt prát við stórskjúttan hjá strandingum, Svein Justinussen, um vónirnar hjá liðnum til komandi kappingina, sum fer í gongd um tríggjar dagar.
Tunt við fólki
Í ár stendur ein nýggjur aður við róðri hjá Neistanum. Venjarin frá farna kappingarári, Jakob Jónson, er farin at venja kvinnurnar hjá Neistanum, og tí er tað í staðin Claus Rasmussen, sum nú stendur við stýrisvølin hjá StÍF.
Og spælararnir hjá strandingum tykjast vera væl nøgdir við nýggja venjaran.
- Ja, eg haldi, at menn eru væl nøgdir við Claus sum venjara. Hann hevur sera góðar venjingar, og so haldi eg eisini, at har er nógvur futtur í venjingunum, og hetta dámar mær í øllum førum væl, sigur Sveinur Justinussen.
Sveinur heldur tó, at hópurin tykist vera heldur tunnur til komandi kappingarár, um ikki fleiri spælarar koma til venjing.
- Menn tykjast vera væl fyri til komandi kappingarár, og tað síðsta er við at koma ordiliga upp á pláss. Fleiri av teimum, sum vóru við á liðnum í fjør, hava tó slett ikki vant enn, og tí kann hópurin í løtuni tykjast vera heldur tunnur. Hvørki Mortan, Bent ella Borgar hava vant enn, men vit vóna, at teir vera við í ár allíkavæl, sigur Sveinur.
Fara eftir greipuni
Strandingar hava tey síðstu nógvu árini verið mest sum einaráðandi í steypakappingini, men Sveinur sigur, at hetta er ikki tað einasta, sum teir ætla at vinna í ár.
- Vit ætla okkum inn á vøllin fyri at vinna hvønn dyst, og tí má málið sjálvandi vera at vinna bæði landskappingina og steypakappingina.
Sveinur ásannar tó, at smali hópurin kann gerast ein trupulleiki.
- Ja, tað er eingin ivi um, at smali hópurin hjá okkum kann gerast ein trupulleiki. Um fleiri spælarar ikki koma afturat hópinum, so fara vit ikki at hava ráð til serliga nógvar skaðar á liðnum, og ehtta kann sostatt gerast ein trupulleiki.
Tá vit síðani spurdu Svein, hvørjum liðum hann væntaði sær harðast kapping frá, ivaðist ungi skálamaðurin eitt sindur.
- Eg havi ikki serliga nógv at døma út frá, men hyggja vit til dømis eftir kappingina, sum var í Havn síðsta vikuskiftið, so tykist KÍF at hava eitt rættiliga gott lið. Eg vænti eisini, at bæði Kyndil og Neistin vera væl við í ár, men sum heild vænti eg eina rættiliga javna og spennandi kapping, har øll liðini kunnu taka stig frá øllum, sigur Sveinur.
Verjan hevur nógv at siga
At enda spurdu vit Svein, hvørjir týdningarmestu eginleikarnir vóru hjá StÍF á vøllinum.
- Verjan hjá okkum hevur altíð verið rættiliga stinn, og hon verður sjálvandi eisini týdningarmikil til komandi kappingarár saman við Marian í málinum. Harafturat hevur eitt av eyðkennunum hjá StÍF altíð verið skjóti hondbólturin, men síðstu árini hevur hetta halta eitt sindur. Ætlanin hjá okkum er tó at fáa skjóta spælið fram aftur á liðnum, sigur Sveinur.
- Hinvegin má smali hópurin metast at vera ein av veikleikunum hjá liðnum, tí sum nú er fara vit slett ikki at hava ráð til skaðar, staðfestir Sveinur at enda.
Tað verður spennandi at fylgja við gongdini hjá strandingum komandi kappingarár, og serliga spennandi verður at vita, um tað aftur í ár fer a eydnast StÍF at vinna steypakappingina – ella kanska bæði steypakapping og landskapping.