Listastevnan 2002, sum fer av bakkastokki leygardagin, hevur nógv fjølbroytt og forvitnisligt at bjóða fram.
Í einum av spennandi tiltøkunum hjá Listastevnuni savnast 12 føroyskir gittarspælarar saman við øðrum tónleikarum.
Umframt at høvi verður at hoyra ein cocktail við nøkrum av føroya fremstu gittarspælarum, verður eisini møguleiki fyri at síggja unga og evnaríka Petur Magnus Bjarnastein byggja ein gittara.
Eisini verður drigið lut ímillum seldu atgongumerkini, og vinningurin er ein ektaður føroyskt handgjørdur Bjarnasteingittari.
Gittarspælararnir, ið við vera, eru: Ólavur Øster, Hans Carl Hansen, Hildibjartur Hansen, Eyðun Hansen, Herluf Lützen, Petur Hans Niclasen, Mikkjal Hvannastein, Búi Dam, Leivur Thomsen, Ólavur Jacobsen, Svenn Brimheim og Hjalti Joensen. Saman við hesum tólv spæla Magnus Johannesen, keyboard, Kolbein Simonsen, bass, Rógvi á Rógvu, trummur og Brandur Øssursson á saxofon.
Konsertirnar vera ávíkavist í Runavík, Norðurlandahúsinum og í Klaksvík tann 9., 11. og 17. august.