Donsku tryggingarfeløgini ávara nú móti vandamiklu gongdini um stress á arbeiðsplássum. Útgjøldini frá tryggingunum sum endurgjald fyri stress á sálarligar sjúkur eru trífaldað seinastu fimm árini, og eingi tekin eru um, at hesi minka. Hjá Danica Pension sigur Jens Christian Nielsen, fíggjarfrøðingur, at talan er um eitt fyribrigdi, sum øll orsøk er til at vera á varðhaldi ímóti. Ikki minst, tí talan er um alsamt yngri fólk aloftast við góðum útbúgvingum sum verða rakt.