Strika skattalættan fyri at fíggja minni oljuavgjald

Samgongutingmaðurin John Johannessen heldur, at ætlaði skattalættin hjá landsstýrinum skuldi verið strikaður fyri at fíggja eina minking í oljuavgjaldinum hjá landinum. Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum heldur, at tað verður trupult at ganga burtur frá samgonguavtaluni um skattalætta

Oljuprísurin er blivin so høgur, at landskassin átti at slaka við sínum oljuavgjaldi.
Tað heldur samgongutingmaðurin John Johannessen, sum vil fíggja eina minking í oljuavgjaldinum við at strika ætlaða skattalættan hjá landsstýrinum.
 Skattalættin skuldi verið avtikin fyri at fingið oljuavgjaldið niður. Ein minking í oljuavgjaldinum hevði komið nógv fleiri fólkum til góða, enn skattalættin ger. Serliga tey eldru og familjurna vildu fingið ágóðan av lægri oljuavgjaldi, sigur John Johannessen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.
Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum heldur, at tað verður trupult at avtaka skattalættan fyri síðani at fíggja eitt lægri oljuavgjald.
 Vit hava eina samgonguavtalu um at lata ein skattalætta í fýra ár, og tað verður sera trupult at ganga burtur frá eini slíkari avtalu, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Ítøkilig uppskot í tinginum
Oljuprísurin er methøgur, og hóast stríð í Miðeystri og nattúruvanlukkur í USA kunnu kennast langt burturi, ávirkar tað eisini í Føroyum. Hesar hendingar eru viðvirkandi til, at bæði privatfólk og vinna mugu gjalda nógv meira fyri oljuna, enn tey hava gjørt seinnu árini.
Oljuprísurin til húsarhaldini er nú farin upp um 5 krónur fyri liturin, og av hesari upphædd eru 80 oyru í avgjaldi til landskassan, sum eisini fær mvg burtur úr søluni av olju.
Miðflokkurin hevur lagt eitt uppskot fyri løgtingið um at lækka avgjaldið á olju, tá ið oljuprísurin er so høgur, sum hann er í løtuni. Kjarnin í uppskotinum hjá Miðflokkinum er, at avgjaldið skal prísregulerast, so at tað er hægri, tá ið oljuprísurin er lágur, og lægri, tá ið oljuprísurin fer upp um 2,45 krónur fyri liturin. Hetta skal so tryggja føroyingum bíligari olju.
 Hækkaða oljurokningin seinastu mánaðirnar er so ovurhonds fyri vanliga føroyska húsarhaldið, at mong í dag hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman. Einamest rakar hetta barnafamiljurnar og tey, sum einans hava pensjón at líta, siga Jenis av Rana og Bill Justinussen í viðmerkingunum til uppskotið, sum kemur til viðgerðar í løgtinginum hósdagin.

Viðgera avgjald í samgonguni
John Johannessen er fyri at lækka oljuavgjaldið, men hann vil ikki atkvøða fyri uppskotinum hjá Miðflokkinum.
 Tað ber ikki til at atkvøða fyri einum uppskoti um at lækka oljuavgjaldi uttan at hava eina loysn fyri, hvussu hetta skal fíggjast. Pengar skulu jú í landskassan, sigur John Johannessen.
Hann sigur, at bæði oljuavgjaldið og skattalættin eru partur av viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár.
 Tað má verða eitt samlað landsstýri, sum ger av, um oljuavgjaldið skal lækka, og hvussu hetta skal fíggjast. Men eg taki undir við, at skattalættin verður strikaður fyri at fíggja eina lækking av oljuavgjaldinum, sigur John Johannessen.
Landsstýrismaðurn við fíggjarmálum er ikki serliga sinnaður at tosa um einstøk evni, nú viðgerðin av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2006 er í hæddini, og nógv er at taka støðu til og hædd fyri.
 Skal oljuavgjaldið lækkast, so skal fígging eisini finnast til tað, og samgongan má finna eina felags støðu til hetta mál, sigur Bárður á Steig Nielsen.