Tað var ikki gjørligt at hitta Jákup Mørkøre, sjúkrahúsleiðara í gjár. Heldur ikki Høgni Joensen, aðalstjóri var at hitta, og Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, var burturstødd.
Ørindi okkara vóru at spyrja avvarðandi, hvussu gongst við bygnaðarbroytingunum, sum vóru lagdar fram í september mánaða í fjør.
Eftir hvat skilst, so góðtaka hvørki læknar ella sjúkrasystrar á Landssjúkrahúsinum uppskotið.
Sjúkrasystrarnar góðtaka ikki, at sáttmálin millum FAS og SFF er uppsagdur.
Líkasæla valdar
Sambært sjúkrasystrum sum Sosialurin hevur tosað við, hendir stutt sagt einki á økinum: eingin sker ígjøgnum og sigur, hvar skápið skal standa, og politikararnir eru líkasælir. Landssjúkrahúsið eigur ongan góðan.
Hetta var í stuttum boðskapurin, tá Sosialurin í gjár royndi at lodda dýpið í bygnaðarbroytingunum.
Eftir at Jákup Mørkøre legði fyrsta uppskotið um bygnaðarbroytingar fram, og sjúkrasystrarnar boðaðu frá, at tað grundleggjandi ikki kundi nýtast, hevur Jóhan P. Davidsen, formaður í Læknafelagnum uppsagt avtaluna millum FAS og SSF, ið var uppskot um bygnaðarbroytingar, sum fakfeløgini bæði gjørdu fyri Landsstýrið, og samdust um at seta í verk. Sjúkrasystrarnar góðtaka, at henda avtala ikki longur er galdandi.
? Læknarnir fokusera upp á ósemjur, meðan sjúkrasystrarnar fokusera upp á semjur. Um ósemja tekur seg upp millum partarnar, skal sjúkrahusleiðarin traðka til, men tað góðtaka læknarnir ikki. Bert læknar hava førleikan at greiða fakligar ósemjur.
Funnist verður eisini at, at eingin samskipan er millum fakbólkarnar. Eitt nú at læknar innkalla 50 sjúkligar, har tað bert eru 20 sjúkrasystrar til at taka sær av sjúklingum. Einasta skilagóða er at læknar og sjúkrasystrar semjast um talið sjúklingum, sum verða innkallaðir.
10 ár í óvissu
Starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum hava nú í 10 ár livað undir ótryggum arbeiðsviðurskiftum. Einasta positiva í stríðnum millum fakbólkarnir er, at báðir partar seta strong etisk og moralsk krøv til arbeiðið, og at sjúklingarnir als einki skulu merkja. Tað liggur í útbúgvingini, at hóast arbeiðsumstøðurnar ikki eru í lagi, so kunnu sjúkrasystrar ikki loyva sær at lata seg ávirka av hesum.
? Kortini eru 10 ár drúgv tíð, og nú eru bæði sálarligu og likamligu karmarnir um sjúkrahúsið niðurslitnir.
Tað er spurningur um tíð, hvussu leingi starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum heldur til óvissu viðurskiftini.
Vit vilja vera óheftir
Formaðurin í FAS váttar fyri Sosialinum, at avtalan við Sjúkrasystrafelagið, ikki er galdandi longur.
?Vit hava gjørt av, ikki at verða heftir av hesi avtalu í einari samráðingarstøðu, tí vit vilja samráðast sum sjálvstøðugt fakfelag. Tað er einmælt samtykt í FAS, sigur Jóhan Petur Davidsen, formaður í felagnum.
Hann sigur, at einki uppskot um leiðslubygnað er í uppskotinum hjá sjúkrahúsleiðaranum. Tað vísir bert, hvussu arbeiðið á sjúkrahúsinum skal skipast.
? Vit eru eitt sjálvstøðugt fakfelag, og vit hava einki fakfelagspolitiskt felags við Sjúkrasystrafelagið.
? Hvørjar samstarvsskipanir fara at virka inni á sjúkrahúsinum, er annað mál. Tað skulu vit í felag skipa, men tað fakfelagspolitiska millum partarnar skal gerast uttan fyri sjúkrahúsið.
Røkkur heilt upp til landsstýrismannin
Spurdur, hvønn leiklut Jákup Mørkøre og Pál Weihe, læknastjóri, sum náttúrliga helst skal hava eitt orð við í ætlanunum, sigur Jóhan Petur Davidsen, at tað veit hann ikki. Hann vísir á, at slíkar avgerðir verða tiknar aðrastaðni í skipanini, og at tær kanska røkka heilt upp til landsstýrismannin.
? Hvussu leingi megnar Landssjúrahúsið at virka undir hesum umstøðum?
? Fyri hvønn dagin vit bíða, er tað ein dag ov seint, sigur Jóhan Petur Davidsen.
Nú bíða læknarnir eftir at støða verður tikin til, um leiðslan vil hava yvirlæknarnir við í sjúkhúsleiðsluna.
? Vil leiðslan hava okkum við, mugu teir tosa við okkara fakfelag. Vilja teir ikki hava okkum við, so mugu teir um tað, sigur formaðurin.
? Er hetta ein fíggjarligur spurningur, ella er tað bert spurningur um vald?
? Hetta er ikki spurningur um fígging, men um heimild, tá tað snýr seg um at taka avgerðir á sjúkrahúsinum.
Ein avgerð í Vinnumálastýrinum varð tikin í fjør, sum segði, at ein leiðandi yvirlækni átti at vera í leiðsluni.
Nú eigur Almanna og heilsumálastýrið at fáa leiðslubygnaðin í lag, men
tað hevur týdning fyri okkum at fáa einstreingjaða leiðslu á sjúkrahúsinum, sigur Jóhan Petur Davidsen.