Í vikuskiftinum kom jólafløgan Jóla-STROK út. Tað er STROK, sum gevur fløguna út. Hetta er triðja fløgan hjá STROK, og aftur hesaferð er tað Meyla, sum syngur. At hjálpa sær við tónleikinum hevur Meyla fingið fatur á teimum vælsvingandi Molunum. Teir ið manna Molarnar eru Jens Marni Hansen, Pauli Magnussen og Henning Nicodemussen.
Fløgan er tikin upp í Kris-stuff Studio, og tað er Kristoffer Mørkøre, sum hevur gjørt allar upptøkurnar, miksað og mastrað.
Tað eru 9 løg á fløguni. Summir av sangunum eru væl kendir, onkur spildurnýggjur og aðrir eru týddur úr enskum:
1. Jólamaður kemur í nátt
2. Sleturokk
3. Dansið nú runt um jólatræ
4. Piparnøtin
5. Jingle Bells
6. Jólaynski, eg sendi tær
7. Rudolf
8. Jólamaður gav mammu muss
9. Skilla ma linka
Útgávukonsert verður í SMS leygardagin 4. desember kl. 16. Myndir og video eru at síggja á strok.fo.
Hetta siga Meyla & Molarnir um fløguna:
Meyla: - Akkurát góð at klippa jólapynt til, men ikki við tí hvassasta saksinum, tí man fer at dansa av sangunum, og tað er ikki gott at dansa við hvøssum saksum!
Jens Marni: - Hugnalig og eitt sindur stuttlig
Pauli: - Akustisk. Tað eru løg, ið øll kunnu syngja og spæla við uppá, og sum svinga væl
Henning: - Føroya hugnaligasta jólafløga!