Strong tagnarskylda

Allar síðurnar í uppritinum til uttanlandsnevndina um fullveldismálið eru stemplaðar í trúnaði, og hetta siga limir uttanlandsnevdarinnar seg virða

? Brævbjálvin við uppritinum og hvør einasta síða í uppritinum eru øll stemplað »í trúnaði« tí geri eg ongar viðmerkingar til málið.

Hetta eru greiðu boðini frá limunum í uttanlandsnevndini, tá vit royna at fáa viðmerkingar frá ymisku umboðunum í uttanlandsnevndini um málið um ríkisrættarligu støðuna, nú uppritið til samráðingaruppleggið er farið í uttanlandsnevndina til viðgerðar.

Størst áhugi hevur seinastu tíðina verið fyri, um møguleiki er fyri, at Javnaðarflokkurin fer at veita samgonguni sín stuðul í málinum. Men hóast formaður floksins, sum eisini er limur í uttanlandsnevndini, nú hevur fingið handað uppritið, vil hann einki siga, um møguleiki er fyri, at Javnaðarflokkurin fer at taka undir við einum samráðingaruppleggi, ið líkist uppritinum.

? Málið er givið mær í trúnaði, og tí geri eg ongar viðmerkingar til tað. Eg kann tó siga, at eg enn ikki havi nátt at lisið tað nóg væl, og tí havi eg sjálvur ikki tikið nakara støðu til málið, sigur Jóannes Eidesgaard.

Formaður Javnaðarfloksins ger púra greitt, at hann ætlar sær at virða stemplið, løgmaður hevur sett á ritið.

? Eg vóni tó, at løgmaður fer at loyva limunum í uttanlandsnevndini at ráðføra seg við tingbólkarnar um málið, tí annars ber ikki til, hjá flokkunum at hava nakra støðu til tað, sigur Jóannes Eidesgaard, og vísir á, at tingfólk sjálvsagt eiga at vera so mikið at sær komin, at tey halda málið í trúnaði, hóast tað verður viðgjørt í tingbólkinum.

Jóannes Eidesgaard vísir á, at málið um markið millum Føroyar og Bretland eisini varð handfarið í trúnaði, hóast bæði hann og Edmund Joensen ráðførdu seg við tingbólkarnar.

? Í tí málinum lak einki út, og vit fingu eitt gott úrslit, sigur Jóannes Eidesgaard.

Formaðurin í uttanlandsnevndini og hinir limirnir í nevndini, Sosialurin hevur tosað við, eru púra samdir við Jóannesi Eidesgaard um, at trúnaðarstemplið hjá løgmanni skal virðast. Men limirnir vóna tó, at løgmaður fer at loyva teimum at ráðføra seg við tingbólkarnar.