Strongd: Leiðarar mugu viðurkenna medábyrgd

Tíðargrein frá Suna Poulsen, sálarfrøðingi, sum varð prentað í Vikuskiftis Sosialinum í farnu viku. Fríggjakvøldið klokkan 19.30 verður Reinsaríið karmur um eitt tiltakið um júst strongd á arbeiðsplássinum. Les meira um tiltakið við at trýsta her. 

 

 

Hvørji eru næstu stigini í arbeiðinum fyri at basa strongd?

 

Ein skal hava goymt seg væl, um ein ikki hevur hoyrt boðskapurin um, at strongd er ein vaksandi samfelagsavbjóðing. Vit hoyra regluliga um uppgerðir og kanningarúrslit, sum fortelja um tær risastóru upphæddir av peningi, ið fara til spillis, og um tey fólk, ið koma heilt illa fyri, nøkur so illa fyri, at endaliga avleiðingin er, at tey heilt einfalt doyggja av sjúkum sum fylgja av, at uppliva strongd yvir longri tíðarskeið.

 

Tíðargrein eftir Suna Poulsen, sálarfrøðingi

 

Eitt týdningarmikið stig var tikið, tá Arbeiðseftirlitið í 2016 fekk serfrøðing í sálarligum arbeiðsumhvørvið. Knossi aftanfyri hetta úrslit gjørdi fyrst og fremst Fakfelagssamstarvið, sum gjøgnum fleiri ár hevur arbeitt við sálarliga arbeiðsumhvørvinum hjá limunum.

 

Men vit eru ikki komin á mál enn.

 

Næsta stigið í mun til at gera nakað seriøst fyri at basa strongd, er holla og vísindaliga útgreinan og viðgerð til tey strongdraktu. Her hava vit tilboðini í Føroyum í dag, men tað eru sjálvstøðug vinnurekandi, ið útvikla og útbjóða tey, ímeðan vit sjálvi skulu gjalda fyri tey.

 

Størsta næsta stigið er tó ivaleyst, at arbeiðspláss og arbeiðsgevarar taka ábyrgdina á seg, at ansa betur eftir starvsfólkinum.

 

Hvussu reagera leiðarar, tá starvsfólk gerast strongd?

Ein afturvendandi spurningur í kjakinum um strong er, hvat útloysandi faktorarnir eru. Strongd er okkara likam og sál sum reagerar uppá, at krøv og trýst frá umhvørvinum veksur seg størri enn tað, vit klára at handfara. Strongdeyðkennini vísa seg t.d. við, at vit missa svøvnin, at vit fáa trupulleikar við at minnast og konsentrera okkum, at vit kunna sita í tímavís og stara inn í telduskermin til arbeiðis uttan at nakað kemur burturúr, ella við at vit í síðstu syftu bróta saman, t.d. við at vit av ongum skera út í sjóheitan grát til ein fund á arbeiðsplássinum.

 

Strongd er eingin einføld líðing, og aloftast er talan um eina kombinatión av tyngjandi viðurskiftum frá arbeiðinum og frá privatlívinum. Kanningar frá t.d. Danmark vísa tó, at fleirtalið av leiðarum hava lindi til at fokusera á privat viðurskifti og persónligheitina hjá starvsfólkinum, sum orsøkin til at tey gerast strongd og vera noydd at melda seg sjúkan.

 

Danski granskarin Yun Ladegaard peikar á, at á henda hátt koma leiðararnir til at skumpa ábyrgdina frá arbeiðsplássinum og sær sjálvum og yvir á einkulta starvsfólki. Hetta sjálvt um, at granskingin hjá Ladegaard vísur, at somu leiðarar viðurkenna í spurnarskemakanning, at teirra arbeiðspláss er eyðkent av strongdfaktorum so sum stórum arbeiðspressi, samanleggingum og organisatiónsmenning.

 

Ladegaard meinar, at bakgrundin er, at leiðarar sum heild vita ov lítið um strongd og um, hvussu ein langtíðar sjúkramelding skal handfarast. Tað er so lætt at siga, at tá allir hinir starvsfelagarnir ikki eru sjúkir av sama arbeiðsumhvørvi, so má tað vera privat viðurskifti, ið eru trupulleikin. Og hetta ber til, líka til tann næsti á arbeiðsplássinum fer niður við strongd.

Hvat kann man siga um, hvar strongd fyrst og fremst stavar frá?

Tað eru gjørdar nógvar kanningar um, hvat fyri faktorar eru høvuðsorsøk til tilburðir av strongd. Fyri tað fyrsta vísa ógvusligir strongd tilburðir seg at hava røtur í bæði privat- og arbeiðslívið. Men blíva fólk spurd beinleiðis, so vísa tey oftast á arbeiðslívið sum høvuðsorsøk til strongdina. Ein størri kanning bleiv t.d. gjørd í Danmark fyri 5 árum síðani, ið vísti, at meðan bert 17% svaraðu, at privatlívið var høvuðsorsøk til strongd, so svaraðu heili 83%, at tey fyrst og fremst upplivdu nógva strongd orsaka av arbeiðslívinum.

 

Ein áhugaverd detalja í hesi kanning er, at tað bleiv spurt víðari inn til, hví arbeiði gjørdi fólk strongd. Langt tann stórsti parturin av teimum stongdraktu, 70%, vístu á vavið av arbeiðinum sum høvuðsorsøk til strongd. 13% vístu harafturímóti á ósemjur og keðilig sambond við starvsfelagar og leiðarar, sum høvuðsorsøk til strongdina.

 

Hetta er áhugavert hvar vit í Føroyum aktuelt uppliva størri ósemjur á almennum arbeiðsplássum. Ein ósemja koyrir við ljósmøðrunum á Landssjúkrahúsinum, sjúkrarøktarfrøðingar eru júst farnir í arbeiðssteðg, leiðsla og fleiri starvsfólkið á Glasi hava haft opna ósemju í fjølmiðlunum – bara fyri at nevna nøkur dømi. Tílíkar ósemjur elva á einu síðuni til, at nøkur gerast strongd. Og hinvegin so elvur eitt arbeiðsumhvørvi eyðkent av strongd til, at ósemjur millum starvsfólki lættari stinga seg upp og gerast drúgvar.

 

Tey, ið hava ábyrgd fyri at loysa og samráðast í tílíkum ósemjum, eiga at hava fyri eyga, at strongd bæði kann vera partur av orsøkini til ósemjur, umframt ein sera keðilig avleiðing.

 

Vit blíva ikki klókari

Tann mest óhepna avleiðingin av, at arbeiðsgevarar og leiðarar hava lindi til at gera strongd til privatar avbjóðingar hjá starvsfólkinum er, at vit ikki gerast klókari uppá, hvussu vit sniðgeva og viðlíkahalda arbeiðsumhvørvi, hvar fólk trívast og kunna folda seg út uttan strongd. Ironiin er, at arbeiðspláss uttan strongd sum heild eru eyðkend av hægri produktiviteti.

 

Um arbeiðsgevararnir gerast betur til at viðurkenna og taka ábyrgd fyri, at sjálvt arbeiðsplássið er partur av – og ofta høvuðsorsøk til strongdtilburðir, so er møguleikin til staðar til bæði at minka um strongd framyvir, umframt at starvsfólki faktisk fær meira frá hondini.

 

 

Vit vita havt skal til, men eingin samskipar tilboðið

Eitt er fyribyrging, men hvat hendir, tá óhappið er úti og fólk gerast sjúk av strongd? Aktuella kjakið í Danmark handlar um, at kommunurnar bjóða sera ymisk tilboð til tey strongdraktu. Í onkrum kommunum fáa strongdrakt bjóða rennitrening, í øðrum mindfullness og kostráðgeving og aftur í øðrum psykologsamrøður. Ein trupulleiki er eisini, at tilboð, sum eru prógvað at hjálpa eksistera síðu um síðu við tilboð, har eingin vísindalig gransking er gjørd í mun til effektina.

 

Í Føroyum eru vit ikki komin so langt enn. Her heima finnist einki samlað tilboð til persónar, ið koma illa fyri av strongd. Hetta sjálvt um vit hava allar partarnar av eini effektivari viðgerð í landinum. Eitt konsept, sum hevur víst seg sera effektivt, er ein trídeild viðgerð. Fyrst skulu fólk stuðlast til at koma fyri seg likamliga, og her hjálpir t.d. fysioterapi, yoga ella meditatión.

 

Harnæst skulu tey strongdraktu hjálpast við at fáa innlit og yvirlit yvir, hvussu tey endaðu við at brotna mentalt, og hvussu tey ansa betur eftir sær sjálvum framyvir. Ofta fylla skomm- og skuldarkenslur, ørkymlan um hvør hevur skylduna og vreiði móti starvsfeløgum og leiðarum. Fólk skulu bjóðast sálarfrøðiliga viðgerð í mun til at fáa greiði á hesum viðurskiftum.

 

Endaliga vísir tað seg týdningarmikið, at fólk fáa eitt slag av “sosialráðgevara stuðli”; t.v.s. eina uttanveltaða kontakt til arbeiðsgevaran, sum kann samráðast um, hvussu tann strongdrakti skilabest kemur aftur til arbeiðis, t.d. fyrst í niðursettari tíð, og hvussu man tryggjar, at tann strongdrakti ikki troppar upp til somu arbeiðsviðurskifti, ið eru heilsuskaðilig, og at arbeiðsuppgávurnar ikki bara hava hópað seg upp á skriviborðinum.

 

Í dag er nýtslan av hesum tilboðum ósolidariskt

Aktuelt fáa nøkur goldið professionella viðgerð av teirra arbeiðsgevarunum – tað eru serliga privatu arbeiðsgevararnir í Føroyum, ið hava gjørt hetta. Ímeðan onnur antin mugu gjalda sjálvi ella velja viðgerðina frá, sum vit vita er best.