Stuðla krígnum

Bretar hava eina heilt aðra uppfatan av krígnum í Irak nú, enn teir høvdu, áðrenn kríggið byrjaði.

Tá vóru nógvir bretar ímóti, at Bretland skuldi senda hermenn til Irak at hjálpa amerikanarunum at leypa á Irak, men nú siga 63 prosent av teimum spurdu í einari meiningakanning, at tey taka undir við, at Bretland hevur virkað við til at koyra stýrið hjá Saddam Hussein frá. Fyri einari viku síðani søgdu 56 prosent tað sama.
Miðskeiðis í februar vóru stórar mótmælisgongur í London ímóti krígsætlanini, og tá vístu meiningakanningar, at bert 38 prosent av bretunum tóku undir við ætlanini at leypa á Irak.