Landsstýrismaðurin við almannamálum lovar nú, at skil skal koma á stuðulsfólkaøkið
? Vit hava í grundini onga veruliga skipan við stuðulsfólkum, og tí er hetta økið ein stór fløkja, og tað kann eingin liva við.
Tað sigur Sámal Petur í Grund, sum hevur fingið eitt ávegisálit um stuðulsfólkaøkið.
Sosialráðgevin, Eyðvør Thomsen, hevur kannað økið, og hon hevur latið landsstýrismanninum eina ávegis frágeiðing. Hon er nú farin undir víðari kanningar av økinum.
? Tørvurin eftir stuðulsfólki er komin áðrenn skipanin, og tað hevur havt við sær, at økið er ein hurlivasi. Men nú skulu vit hava skil á økinum, sigur landsstýrismaðurin við almannamálum.
Fólk í vónleysari støðu
Talið á stuðulsfólkum er vaksið nógv seinnu árini, og eftir stuttari tíð eru útreiðslurnar til stuðulsfólk farnar úr fáum milliónum og upp í 30 milliónir.
Men eingin verulig skipan hevur verið økinum, og tað hevur skapt stórar trupulleikar. Stuðulsfólk kenna seg ótrygg í skipanini, og tey hava vánaligar arbeiðsumstøður. Hetta ger, at stór útskifting er millum stuðulsfólkini, og tað líða so foreldur og børn eisini undir.
Í blaðnum í gjár greiddi Hannvør Johansen í Klaksvík frá, hvussu ómetaliga trupul støðan hjá henni er. Hon hevur drong, sum er spastikari, og hóast øll eru samd um, at hann hevur brúk fyri hjálp, tá hann skal í skúla, so ber ikki til at fáa eina haldbara og varandi loysn.
Stuðulsfólkið hjá soninum verður sagt úr starvi fleiri ferðir um árið, og nú skúlagongdin byrjar aftur mánadagin, er einki stuðulsfólk til at fara í skúla við dreinginum, sum skal byrja í 6. flokki.
Hava roynt at hjálpa
Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, ásannar, at nógv fólk hava trupulleikar á hesum økið, og hann heldur, at orsøkin til tað er, at økið er so illa skipað.
? Tað er vanligt, at almannaverkið roynir at hjálpa fólki, men tað hevur verið eitt sindur ógreitt við, hvørjir møguleikar eru við stuðulsfólkum, og hvussu tilboðini skulu verða. Hetta hevur skapt eina hurlivasa, sum vit nú skulu hava skil á, sigur hann.
Eyðvør Thomsen sigur í sínum ávegisáliti, at stuðulsfólkaøkið er so stórt, at tað ber ikki til at gera eina lidna frágreiðing um tað í einum. Tí er hon nú farin undir at kanna vaksmannaøkið, og tað verður gjørt fyrst, tí her er púra greitt, at heimildarnar eru ikki í lagi til at seta stuðulsfólk.
? Men tá tann parturin er liðugur, verður beinanvegin farið í holt við restina av økinum. Eg kann ikki siga, nær vit verða liðug við arbeiðið, men eg kann vissa øll um, at vit arbeiða so skjótt sum gjørligt fyri at loysa hesar trupulleikar, sigur Sámal Petur í Grund.