Stuðulskonsert gav 37.000 krónur

Stuðulskonsertin í Rex til frama fyri átakinum Í menn­iskjum góður tokki gav góð­ar 37.000 krón­ur, sum verða brúkta til leikur

Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo

Fyri góðari viku síðani varð skip­að fyri stuðulskonsert á dans­i­staðnum Rex í Havn, og nú eru innkomni peningurin lat­in átakinum Í menniskjum góð­ur tokki.
Stuðulskonsertin í Rex end­aði sum gávukort upp á leikur frá Klávus fyri góðar 37.000 krónur. Hesi gávukort verða latin familjum við smærri børnum.
- Eftir at hevði lisið um, hvussu nógv søkja um hjálp frá Í menniskjum góður tokki, vildi eg gjarna gera okkurt fyri at hjálpa, og tað bleiv so til eina stuðulskonsert, sigur Rúni Djurhuus, sum rekur dans­istaðið Rex.
Hann fekk eina langa røð av kendum tónleikarum at spæla til tiltakið. Terji Ras­mussen, Fríði Bjørgvin, Petur ­og Guðr­un Háberg, Signar í Homr­um, Vígdis Fjallstein, MC Hár, Gipsy Train, Jens Marni, Divaz, Mike, Grand­ma's Basement og DJ Mart­in Kjærbo framførdu til stuð­uls­tiltakið­.
– Tónleikarar eiga stóra takk fyri, at teir tóku so væl und­ir við til­tak­i­num, og eg má eisini takka Expert, Kláv­us, Atlantsflogi og Henning Nicodemussen fyri góða hjálp, sigur Rúni Djurhuus.
Átakið Í menniskjum góð­ur tokki er sera fegið um gávuna frá stuðulskonsertini.
- Vit samskipa eina hjálp til børn og barnafamiljur, men tað eru tey mongu fólk­ini, sum savna pengar inn til okkum, sum gera tað møg­u­ligt at veita hjálp, og tí eru vit sera takk fyri hesa hjálpina og alla aðra hjálp, sum vit fáa, sigur Laufey H. Blaasvær, skriv­ari í felagsskapinum.
Tey hava aftur í ár fingið hundr­að­tals umsóknir um jóla­hjálp, og hesar umsóknir skulu nú viðgerast.
Í fjør lat Í menniskjum góð­ur tokki hjálp til 376 fam­ilj­ur – hesi umfata 1241 ein­stak­ling­ar, av teimum 759 børn. Av teimum, sum fingu hjálp, vóru 72 pro­sent stakir uppihaldarar.