Studentarskúlin-vandamikil?

Upplýst var, at bókasavnið á ovastu hædd vigar helst so nógv, at gólvið kann brotna undan tí nær tað skal vera. Um tað hendir í skúlatíðini, so kann tað fáa heilt vanlukkuligar fylgjur

Nú ein dagin gingu næmingar frá Hoydølum ein túr oman til Løgtingið at gera vart við, at teirra skúli ikki lýkur dagsins standard. Hann er gjørdur at undirvísa góðum 200 næmingum – men har eru uml 600 næmingar.

Sjálvur stuðli eg so hjartaliga, at ein nýggjur Studentarskúli verður bygdur.

Nú er nóg mikið tosað og neyðugt er at fara ígongd við at byggja, so okkara ungdómur fær møguleikar at nema sær kunnleika í hølum, sum tað sømir seg. Seinni fekk ein at síggja við egnum eygum, at hølisviðurskiftini ikki bert eru vánalig, men møguliga eisini hættislig. Tað var t.d. nevnt, at bókasavnið á ovastu hædd helst vigar so nógv, at gólvið kann brotna undan tí.  Eg fari við hesum at heita á Mentamálaráðið um at kanna hesi viðurskiftir, so bókasavnið kann flytast, um neyðugt- áðrenn ein vanlukka hendir.?Eftir at hava sæð skúlan kann ein bert geva okkara ungu rætt. Skúlin er í so vánaligum standi, at nýggjur skúli má byggjast sum skjótast. ?Vit hava onki annað val.