GÍ OG KÍ LATA FSF FRÁGREIÐING UM ROKDYST
FÓTBÓLTUR: Í kvøld fer Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya at viðgera frágreiðingina, sum dómarin lat nevndini, eftir rokdystin í Gøtu seinasta mánakvøld.
GÍ og KÍ hava fingið sendandi frágreiðingina hjá dómaranum, og tey skuldu geva Kappingarnevndini sína frágreiðing til tað, sum hendi, áðrenn fundin í kvøld.
Kappingarnevndin tekur so sína støðu til hendingarnar á fundinum í kvøld. Verða feløgini ikki nøgd við ta avgerðina, kann hon kærast til Dómsnevndina, sum hevur endaliga orðið at siga í slíkum málum.
Í Kappingarnevndini hjá FSF sita Dánjal Andreasen, sum er formaður, Jens Erik Magnussen, Karl Vidtfeldt, Óli Holm og Mortan Poulsen.
Í Dómsnevndini sita Jákup Páll Nielsen, Christian Andreasen og Jegvan M. Eliasen.
BRØNDBY AFTUR EIN UPPÁ KASSAN
FÓTBÓLTUR: Danska meistaraliðið Brøndby, sum tapti undandystin til Champions League, var aftur í europeiskum dysti týskvøldið.
Liðið spældi á útivølli móti Lyon í Fraklandi og tapti heili 4-1.
Hetta ger møguleikan fyri at røkka øðrum umfari í UEFA-Cup smáar.
Lyon kom á odda 1-0 í fyrra hálvleiki, men Kim Daugaard javnaði við brotssparki. Í seinna hálvleiki setti franska liðið ferð á, og Brøndby kláraði ikki at fylgja við. Sambært Jyllandspostinum var danska liðið sjáldan á vitjan í brotsteiginum hjá Lyon.
AGF spældi á heimavølli móti einum øðrum fronskum liði, Nantes. Úrslitið av tí dystinum var javnleikur 2-2. AGF stóð væl í dystinum, og sigst hava møguleika fyri at vinna á útivølli.
ÍSF-UMBOÐ TIL NORÐURLENDSKAN FUND
ÍTRÓTTUR: Í gjár fóru tvey umboð fyri Ítróttarsamband Føroya til fund fyri øll tey norðurlendsku ítróttarsambondini.
Fundurin, sum Noregi í ár er vertur fyri, verður hildin á Svalbard. Fundurin gongur uppá skift millum Norðurlond, og hesaferð hava norðmenn valt at leggja fundin á Svalbard.
Heðin Mortensen, ÍSF-forseti, og Petur Elias Petersen, skrivari, umboða føroyska ítróttarsambandið á fundinum.
Í gjár fóru teir báðir úr Føroyum, teir steðga á í Noregi í ein dag, áðrenn teir fríggjadagin fara til Svalbard. Fundast verður fríggjadagin og leygardagin, og ÍSF-umboðini vera aftur í Føroyum mánadagin.
Á fundin verður tosað um nógv ymisk mál. Gjørt verður upp, hvussu ítrótturin er fyri í teimum ymsu londunum, og tosað verður saman um mál, sum hava felagsáhuga.