Stutt uttan úr heimið

Oljan dýrkar - Nýggjan kirkjuleiðara - Umfarssótt ger um seg - 1,2 mia. í lummapengum

Oljan dýrkar
Fyri fyrstu ferð í 15 mánaðir fór oljuprísurin upp um 30 dollarar fyri tunnuna týsdagin, og sambært serfrøðingum er tað ósemjan millum USA og Irak, sum hevur trýst prísin uppeftir.
Í New York fór olja, sum skal latast í september, fyri 30,32 dollarar fyri tunnuna, og meðalprísurin var 30,11 dollarar. Olja, sum skal latast í oktober, lá beint oman fyri 29 dollarar fyri tunnuna, men prísurin er fallin nakað síðani.
Marknaðarserfrøðingar siga, at fer oljuprísurin upp um 30 dollarar, kann tað lættliga órógva búskapin í teimum londum í vesturheiminum, sum nýta nógva olju.



Nýggjan kirkjuleiðara
Leiðslan í katólsku kirkjuni í Avstralia er komin saman at velja nýggjan kirkjuleiðara, eftir at erkabiskupurin George Pell hevur lagt frá sær. Tað gjørdi hann, eftir at hann var vorðin skuldsettur kynsliga misnýtslu.
George Pell heldur uppá, at hann er ósekur, og hann hevur eisini boðið sæt til at hjálpa kirkjumyndugleikunum at greiða málið. Samstundis er komið fram, at maðurin, sum kom við skuldsetingini ímóti erkabiskupinum, hevur eina rættiliga kriminella fortíð.
George Pell hevur ikki verið serliga væl umtóktur, síðani hann gjørdist leiðari í katólsku kirkjuni í Avstralia í fjør. M. a. elvdi tað til nógv orðaskifti, tá hann segði, at fosturtøka er eitt størri brotsverk enn tað at misnýta børn og ung kynsliga.



Umfarssótt ger um seg
Ein sera vandamikil umfarssótt hevur gjørt um seg á oynni Madagaskar teir báðar seinastu mánaðarnar, og sambært heilsumyndugleikunum hevur sóttin kravt 479 mannalív.
Læknarnir siga, at sóttin er ikki lívshættislig, um fólk fara nóg tíðliga til læknan, men trupulleikin er, at tað er langt ímillum læknamiðstøðirnar á Madagaskar. Harafturat er trot á starvsfólki í heilsuverkinum.
Ta fyrstu tíðina gjørdi umfarssóttin bara um seg har suðuri á oynni, men í seinastuni eru eisini fleiri fólk har norðuri vorðin sjúk. Ta seinastu vikuna eru átta fólk deyð í norðara partinum av oynni, sum er serliga illa fyri, hvat heilsurøkt viðvíkir.



1,2 mia. í lummapengum
Fahd kongur í Saudiarabia kemur neyvan í penganeyð, nú hann er farin til Spania at halda summarfrí. Við sær hevur hann 1,2 milliard krónur í lummapengum.
Tann 81 ára gamli kongurin kom mánadagin til Marbella, har hann skal halda summarfrí í frítíðarhúsunum Mar-Mar, sum er ein fullkomin eftirgerð av Hvítu Húsunum í Washington. Kongur eigur sjálvur húsini.
Sum rímiligt er, er kongurin ikki einsamallur, nú hann heldur summarfrí. Við í fylginum til Spania vóru meiri enn 500 starvsfólk og tænarar av ymsum slagi.