Í Gelluni royndi Døgg Hoydal trý sett av klæðum, og á myndini er hon í einum stuttbuksum (shorts) og einari oversize t-shirt. Ann Vang, leiðari í Gelluni, metir, at Døgg kann fara í alt. Á myndini er hon í einari oversize t-shirt og stuttbuksum frá Modstrøm. Fyri at lyfta upp um tað summarsliga look´ið, er hon farin í sandalir frá Dixie og einari eitt sindur tourist-líknandi tasku frá Just Female.
Vármótin er ótrúliga summarsligur við leysum og løttum klæðum, sigur Ann Vang við Planet.fo.
Planet.fo vitjar ymiskar handlar komandi vikuna, har kannað verður, hvat vár og summarmótin fer at bjóða okkum í 2010.
síggj fleiri myndir her: planet.portal.fo