»...álkubøli og lundaholur
skulu nú fáa skamm«
Soleiðis hugsaði gorpurin gamli í Fuglakvæðnum, men meðan tjaldrið megnaði at spilla hansara veiði, so sær út til havnarmenn í stuttleikabátum eru væl á veg at oyða lundan á Urðini í Nólsoy.
Tað halda nólsoyingar í hvussu er. Teir ilskast inn á teir nógvu stuttleikabátarnar, sum næstan dag og dagliga grópa sjógvin rundan um Nólsoynna upp, og onkran dagin hava teir talt upp í 35 slíkar bátar stimandi fram við Urðarlandinum eystanfyri Nólsoynna.
- Tað sigur seg sjálvt, at fær lundin ikiki frið at sita á sjónum inni undir landi, so flytir hann seg longur út frá landi. Og tað er ógvuliga óheppi, ikki minst nú, tá fuglurin skal grava sær nýggjar holur, sigur Rene Hansen, ein av heilt stinnu fleygamonnunum og røktingarmaður í Heimaruhelvt, sum Urðin hoyrir til.
Eisini ein annar íðin fuglamaður, hálvi nólsoyingurin Jørleif Kúrberg, er sera harmur um, at stuttleikabátarnir órógva lundan útfyri Urðina.
- Fuglurin fær ikki frið at festa bú aftur, og hendir tað, er tað eisini slutt við at gagnnýta lundan á Nólsoynni, sigur Jørleif Kúrberg.
- Vit sum eru vanir at ganga á fleyg løgdu tað til merkis longu tá Norðlýsið byrjaði at sigla kring Nólsoynna. Fuglurin, sum sat á sjónum út fyri Urðina, fór upp at flúgva eina løtu, tá Norðlýsið kom fram við, men síðani bleiv hann burtur fyri dagin, sigur Rene Hansen.
Má fáa frið
Lundin er ógvuliga viðbrekin fuglur, og tí er tað tvingandi neyðugt, at hann fær frið at sita, og at hann sjálvur ger av, nær hann fer upp at flúgva.
- Tú sær tað, bara menn eru á fjalli á Urðini, og lundin tískil ikki fær frið at sita í urðini. Tað er ikki hugsingur um at fáa nakað slíkar dagar, sigur Rene Hansen.
Hann heldur eisini, at tað er ógvuliga óheppi, at føroyingar í sínum ídni at vísa fuglalondini fram føra ferðafólkini heilt inn í fuglalondini, og harvið órógva fuglin almikið.
- Í øðrum londum hevur fólkið á staðnum nógv meiri virðing fyri náttúruni. Har fara tey ikki heilt inn á fuglar og djór, men halda virðiliga frástøðu og nýta kikara. Í Føroyum fara vit inn í kjarnan av koloniunum við tí úrsliti, at fuglurin rýmir og at enda als ikki kemur aftur, sigur Rene Hansen.
Hann vísir á, at fuglalívið undir Vestmannabjørgunum er nærum útdeytt, tí bátar sigla har dag og dagliga og fuglurin fær ikki neyðuga friðin.
- Fuglurin má fáa frið, annars rýmir hann, so einfalt er tað, sigur Rene Hansen.
Valla aftur
Teir tríggir hagapartarnir í Nólsoy tóku í fjør avleiðingarnar av ringa briminum, sum skolaði ein stóran part av niðaru urðini burtur. Harvið hvurvu hópurin av búholum hjá lundanum, umframt fleiri fleygasessir.
- Tað var tí stórur vandi fyri, at um menn fóru á fleyg í gomlu Urðini, fóru teir at seta seg mitt í fuglalandið, tí sessirnir vóru burtur, og harvið vildu teir fleyga ein stóran part av búfuglinum, sum so aftur hevði verið til óbótaligan skaða stovnin, sigur Rene Hansen.
Teir tríggir hagapartarnir, Heimarahelvt, Junkarshagin og Borðan gingu tí saman um eina áheitan á nólsoyingar um ikki at fara í gomlu Urðina at fleyga, men heldur fara í sessin í Høvdanum í Nýggjurð, har saktans ber til at fáa eitt kók, ella meiri enn tað.
- Tað vísti seg, at nólsoyingar tóku væl undir við áheitanini. Vit hava jú ikki myndugleika at banna lundafleygi, men allir hagapartarnir tóku undir við áheitanini, og samtykt varð, at hon skuldi verða galdandi fyri í ár eisini, sigur Rene Hansen.
Lundi býr eisini í holum suðuri á Hósmøl og norðuri á Stiðjabarmi, eins og lundi eisini finst suðuri á Borðuni, men hetta er bert í smáum nøgdum, og tað ber bert til hendinga ferð at fáa eitt kók har.
Teir tríggir hagapartarnir hava eisini tikið stig til at pjøssa upp á niðaru urðina, sum fyri stóran part er skolað burtur, og teir hava keypt tveir sekkir av grasfræ í part.
- Vit gjørdust ov seinir at sáa í fjør, men so skjótt hann kemur við támi og stilli, so fræið ikki fýkur burtur, fara vit at sáa, sigur Rene Hansen.
Tað finst eingin myndugleiki hjá hagapørtunum at banna stuttleikabátum at sigla rundan um Nólsoynna, men teir heita staðiliga á menn um at hugsa um fuglin ao halda seg í minsta lagi tríggjar fjórðingar úr landi, tða teir sigla eystan fyri Nólsoynna, so lundin kann fáa frið at festa búgv aftur á Urðini. Ella við orðunum hjá Nólsoyar Páll:
»Einki dámaði lundanum
at sita í slíkari tøðu,
hann gróv sær eina nýggja holu
og síðani fekk sær bøgu«