Stuttligast í toppinum

Ein av royndastu leikarunum hjá Mjølnir er Stig Elttør. Hann var sjálvsagt ovurfegin, tá ið vit fingu orðið á hann eftir gulldystin á Kambsdali leygardagin

Flogbóltsgull

Stig Elttør er ein av teimum leikarunum á liðnum hjá Mjølnir, sum áður hevur verið við til at vinna føroyameistaraheitið. Eftir dystin var hann ikki í iva um, at tað var munandi stuttligari at spæla í toppinum.

Blokkurin var heilt ótrúligur
Mjølnir rakti av álvara dagsformin leygardagin, og Stig heldur, at dysturin móti ÍF var ein tann besti, sum Mjølnir hevur leikt í ár. Serliga blokkurin hjá okkum var heilt framúr, sigur Stig Elttør, og eg haldi, at tað lukkaðist ótrúliga væl hjá okkum at taka steðga Kenneth Neshamar hjá ÍF. Hinvegin ásannaði hann samstundis, at tað ikki eydnaðist so væl at steðga Boban Ilic, men hann er eisini serstakliga ringur at fanga, sigur Stig Elttør.
Spurdur hví tað bráddliga fór at ganga so illa í triðja setti, sigur Stig Elttør, at tað var sum um teir fingu eitt psykist knekk, og at teir ikki megnaðu at reisa seg í tí settinum. Teir serva okkum niður við okkurt um 7 ella 8 servum á rað, og tað skal ikki koma fyri í meistaradeildini, heldur Stig Elttør. Tíbetur komu vit sterkt aftur í fjórða setti, og nú standa vit her við gullinum, sigur Stig Elttør við einum stórum smíli.

Neyðugt við betri umstøðum í Klaksvík
Hóast tað í ár eydnaðist Mjølnir at vinna gull bæði hjá kvinnum og monnum, so heldur Stig Elttør, at tað hevði verið gleðiligt, um Klaksvíkar kommuna vildi bøtt um umstøðurnar hjá flogbóltinum í býnum. Hann harmast um, at teir noyðast at venja í eini skúlahøll, meðan allir dystirnir verða leiktir á langbana í ítróttarhøllini í Klaksvík. Flogbólturin stendur sterkur í Klaksvík, og nógv gott ungt fólk er á veg, og tað hevði komið væl við, um ætlaninar um eina nýggja høll vóru førdar út í lívið, sigur Stig Elttør, sum hóast hann er ein royndur leikari ikki hevur nakrar ætlanir um at gevast fyribils.