Ein teinæringur er bátur til 20 mans at rógva. Hetta endaðist so mikið væl, at hann bleiv biðin um at byggja ein teinæring afturat. Kaj Hammer er 80 ára gamal og væntar ikki at hann fer at byggja fleiri bátar.
Kaj Hammer byrjaði at smíða bátar í 1971. Hann er uppvaksin við bátasmiði, og er fjórða ættarlið av bátasmiðum.
##med2##
– Pápi smíðaði bát, og verkstaðið hjá honum var spæliplássið hjá okkum. Vit sluppu at brúka øll amboð, og alt sum hann hevði. Allur viður sum leyp av, gjørdu vit okkurt burturúr.
Kaj Hammer og hini systkini hjálptu pápanum, tá hann bygdi bátar, tey hildu fyri, tá hann klinkaði, og tá hann umvældi sluppu tey at taka bátin sundur.
– Vit tóku borð úr. Tá mátti man sita við einum hamara og einum møtli og høgga klinkingarnar av, soleiðis at vit fingu ráirnar av, fyri at fáa seymirnar úr. Hetta gjørdu vit oftani, tað var ikki áhugavert arbeiði men vit lærdu av tí.
##med3##
Áhugin at smíða bátar kom kortini seinni í arbeiðslívinum. Kaj Hammer fór at sigla í Grønlandi, tá hann var 14 ára gamal, hann var sjómaður í 10 ár, og eftir tað fór hann at arbeiða á landi.
– Tá fekk eg aftur hug at gera okkurt við bátasmíð.
Tá Kaj Hammer fór í holt við at smíða bátar sjálvur, mintist hann framvegis nógv sum hann hevði lært sum barn, og hann ringdi av og til pápa sín at spyrja seg fyri.
Kaj Hammer hevur bygt og umvælt bátar síðani, men hetta hevur altíð verið eitt frítíðarvirksemi hjá honum.
Summi ár hevur hann bygt 2-3 bátar, onnur ár hevur eingin bátur verið.
– Longu í tíðini hjá pápa minkaði virksemið. Hann flutti aftur til Runavíkar í 1971 og gjørdi lítið við at smíða nýggjar bátar eftir tað. Eg havi ongantíð gjørt hetta fyri at liva av tí, tað letur seg ikki gera, tí tað er ógvuliga illa lønt arbeiði at smíða bátar.
Ein serlig uppgáva
Arbeiði at byggja teinæring byrjaði, tá læknin Óli Mikkelsen og Regin Debes frá Tjóðsavninum vendu sær til Kaj Hammer. Teir høvdu havt við til ein bát liggjandi í fleiri ár, men høvdu einki pláss at smíða í.
– Eg tosaði við Mouritz Mohr og formannin á timburdeildini, og tað tók bara nakrar fáar minuttir, so hevði eg pláss at smíða í.
##med4##
Teinaringurin bleiv smíðaður uppi á loftinum á timburdeildini hjá Mest.
– Amboðini vóru niðriundir, og eg slapp at brúka sagir, og alt sum eg hevði fyri neyðini, og tað var gott.
Søgnin sigur, at í Mykinesi var ein bátur sum líktist teinæringunum sum Kaj Hammer hevur smíðað, og endamálið var at endurskapa henda bát.
– Eg trúgvi einki uppá hendan bátin í Mykinesi. Mykines er brimpláss, og har er ringt at draga. Tú dregur ikki ein so stóran bát einsamallur, tað skulu nógv fólk til. Sumt er bara søga.
##med5##
Kaj Hammer hevði ongantíð roynt at gjørt ein so stóran bát áður. Hann fekk ein modelbát frá Roskilde museum, og tekningar sum vísti, hvussu báturin skuldi síggja út, og hvussu langur hann skuldi vera. Tekningarnar vístu at báturin, skuldi vera 12 metrar og 80 langur.
– Eg haldi, at báturin gjørdist ov stuttur. Tú noyðist at hava nakað av rúmd ímillum bekkirnar, so at menn fáa sitið ordiliga, hann átti bara at verið til 18 mans. Men tá professarar niðri í Roskilde siga hvussu tað skal gerast, so má man rokna við at tað er í ordan.
Seinni vendi vinnulívsmaðurin Poul Hansen sær til Kaj Hammer. Hann vildi eisini hava ein teinæring, og hesaferð fekk bátasmiðurin fríðar ræsur.
– Poul Hansen segði, at eg skuldi gera júst, sum eg helt at tað skildi vera. Eg gjørdi bátin 15 metrar og 50. Tann fyrri var 12 mentrar 80, og tað er nokkso stórur munur. Hesaferð gjørdist úrslitið heilt øðrvísi, hetta var ein heilt annar bátur, og hendan bátin dámdi mær betur. Hann bleiv nógv penari, tí skutirnir blivu longri, og miðjan var sløtt. Tí var líka hjá øllum at rógva. Í fyrra bátinum sótu fremstu og aftastu rógvarvarnir ov høgt, tí at bekkirnir komu for langt inní skutirnar.
Tað var stuttligt og spennandi at byggja teinæringarnar. Vanliga hava bátar sjey borð, og tað hava teinæringarnir eisini.
– At gera ein bát við sjey borðum, tað kann ikki vera so stórur kunstur hugsaði eg. Í so máta var hetta ikki øðrvísi enn at byggja vanligar støddir, alt skuldi bara vera nógv longri, og tað var tyngri at fáast við.
##med6##
Viðurin til teinæringin var keyptur úr Týsklandi, og var yvir 8 metrar langur.
– Eg fekk tað sagað í rættari tjúkd, soleiðis at tað var bara skuldi hølvast í báðum síðum, og so var klárt at smíða. Borðini vóru 10 tummar breið og í botninum 12 tummar.
Báðir teinæringarnir eru til segl, og vera brúktir til regatta siglingar og onnur tiltøk.
Føroyski báturin hevur serliga eginleikar
Kaj Hammer heldur tað vera nakað serligt at smíða føroyskar bátar. Tí bátasmiðurin hevur einki at halda seg til.
– Ongar tekningar, og ongar skabelónir, tað brúka vit ikki. Tað einasta tú hevur er ein málistokk, yvir hvussu breiður ein bátur skal vera tey ymisku støðini uppeftir. Tað er bara eyga sum dugir at síggja tá tú smíðar, men tað gongur oftast gott haldi eg.
Kaj Hammer heldur, at føroyski báturin hevur nógvar góðar eginleikar, og um báturin bert skal nýtast á floti, er ikki neyðugt við glasfiburbáti.
– So kann báturin gott vera av tí gamla slagnum. Føroysku bátarnir eru nógv betur at vera í enn glasfiburbátarnir, teir eru róligari, og um tú smekkar okkurt í glasfiburbáturin buldrar tað, men tað ger timbri í føroyska bátinum ikki.
##med7##
Kaj Hammer harmast um at gamla handverkið er í vanda.
– Um 15-20 ár, so er eingin av gomlu bátasmiðunum eftir, tá eru allir blivnir for gamlir, ella farnir herfrá, og tað er spell. Vit hava roynt at tosa við Mentamálaráðið um okkara ynskir. Um tú skalt varðveita handverkið, so hevði verið ynskiligt at fingið eitt høli at smíða í. Bátasmiðurin kundi havt tveir lærlingar. Hetta hevði ikki kosta tað stóra, tað hevði kosta eina handverkaraløn, og tvær lærlingalønir. Vissi hesir høvdu smíða í 2-3 ár, so høvdu vit tveir nýggjar bátasmiðir. Teir bátar sum blivu bygdir, kundi onkur av feløgunum tikið sær av at selt, so fekst tað burturúr tí sum var at fáa burturúr tí. Fyrr varð sagt, at hevði ein maður smíðað 10-12 bátar saman við einum bátasmiði, so kláraði hann at smíða sjálvur, soleiðis er bara ikki í dag. Føroyski báturin er væl egnaður at selja uttanlands, tí hann er ein sjáldsamur og fittur bátur, og eingin annar hevur ein sovorðnan bát.
Útlendingar hava í nógvar mátar størri áhuga í føroyska bátinum enn føroyingar hava. Tá Kai Hammer bátar, vóru tey flestu sum vitjaðu útlendingar.
– Tað vóru ógvuliga nógv sum komu at hyggja og práta, men føroyingum var lítið av.
Kaj Hammer er fjórða ættarlið av bátasmiðum í hansara familju, men hann væntar, at tað endar við sær.
– Eg dugi ikki at síggja, at nakar annar tekur við, tí møguleikarnir sum vit høvdu, og teir møguleikarnir sum eru í dag er fullkomiliga hvør sítt.
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##

























