Jens Marni Hansen er millum teirra, sum skulu á pall, nú Mítt Land skal haldast í Danmark.
Seinasta útgávan hjá Jens Marna er við ymsum føroyskum klassikarum, og hesir verða á skránni, tá Jens Marni fer á lítla pallin á festivalinum.
Í seinastu útgávuni sang Jens Marni saman við nøkrum av teimum heilt stóru nøvnunum í føroyskari tónleikasøgu, og hetta helt hann vera eina fína uppliving.
Við at trýsta á pílin undir myndini hoyrist tað, sum Jens Marni hevði at siga, tá Evi Tausen frá Rás2 í dag fekk orðið á hann.