Stuttligt at vinna síðsta bóltin

Mjølnir vann ein sera sannførandi sigur á ÍF í steypafinaluni hjá monnum, og tað var ikki minst takkað verið tveimum góðum miðjum, at hetta lat seg gera. Teir vóru sera sterkir í blokkinum og vunnu eisini fleiri bóltar í álopinum, og eftir dystin fingu vit orðið á ein teirra, Jón Syderbø. Hann helt ongantíð, at nakar ivi var um sigurin.
- Hetta var ótrúliga stuttligt. Eg haldi, at vit vóru meir klárir til dystin í dag. Alt riggaði hjá okkum, og einki riggar hjá ÍF, so tað var ikki so gali. Blokkurin var sera góður í dag, og tað var sera týdningarmikið. Eg haldi eisini, at móttøkurnar vóru góðar, og hetta ger arbeiði hjá hevaranum so nógv lættari. Hann gav okkum nakrar góðar bóltar at arbeiða við, og tá er ikki so ringt.
Jón Syderbø var eisini tann spælarin, sum slapp at sláa avgerandi bóltin í gólvið, og hetta gleddist 19 ára gamli klaksvíkingurin um.
- Tað var ótrúliga stuttligt at fáa síðsta bóltin í gólvið, tí tað er sjálvandi nakað serligt, men sum heild haldi eg, at vit vunnu dystin eftir fyrsta sett. Vit spæla nógv betri enn teir, og teir síggja uppgevandi út beinanvegin, so longu tá føldi eg, at hetta nokk fór at ganga, sigur Jón Syderbø at enda.