Stuttur tingfundur

Viðgerðirnar á tingfundinum í gjár vardu ikki longur enn tjúgu minuttir

Tingfundurin í gjár var ein av teimum heilt stuttu. Á skránni vóru fyrtsa viðgerð av tingmáli nr. 11/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld í samband við panting, onnur viðgerð av tingmáli nr. 5/1999, sum er uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov nr. 359 af 2. juni 1999 om undersøgelse af politiets efterretningsvirksomhed på det politiske område og af de aktiviteter, der var baggrund for denne virksomhed" og at enda var framløga á skránni.

Fyrsta málið (tingmál 11/1999) varð beint beinleiðis til aðru viðgerð. Tað næsta (tingmál 5/1999) var á tingfundinum í gjár til aðru viðgerðar, og tískil skuldi atkvøðast um málið, áðrenn tað varð beint til triðju viðgerðar. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni var, at 22 atkvøður vóru fyri, eingin var ímóti og ein atkvøddi blankt.

Báðar viðgerðirnar vardu smáar tíggju minuttir hvør, og tá framløgurnar ikki vóru heilt klárar klokkan hálvgum ellivu, tá viðgerðirnar vóru lidnar, avgjørdi formaðurin at slíta fundin til klokkan fýra seinnapartin. Hann gjørdi vart við, at meginregluliga var ikki neyðugt hjá øðrum enn formanninum at møta, tá tingfundurin varð tikin upp aftur seinnapartin, orsakað av, at tað bert vóru framløgur, ið vóru á skránni. Men hann gjørdi tó vart við, at tingfólk vanliga hava skyldu at møta til tingfundirnar.

Orsøkin til, at ikki var neyðugt hjá tinglimum at møta til framløgurnar klokkan fýra var, at framløgurnar á tingfundinum bert verða býttar út skrivliga, eins og tær verða lagdar út á heimasíðuna hjá løgtinginum. Tískil ber til hjá løgtingslimum at fáa fatur á framløgunum á internetinum eins væl og í tinginum.

Tingfundur verður aftur týsdagin 16. november klokkan 13:30.