Stýrisformaður visti um lógarbrot

Rúni Heinesen viðgongur, at hann sum formaður fyri Kringvarpsstýrið visti, at Kringvarpslógin fór at vera brotin. Kortini gjørdi hann einki

Rúni Heinesen viðgongur, at hann sum formaður fyri Kringvarpsstýrið visti, at Kringvarpslógin fór at vera brotin. Kortini gjørdi hann einki.

 

Formaðurin í Stýrinum fyri Kringvarp Føroya visti, at grein-8 í Kringvarpslógini fór at vera brotin.

 

Tað viðgongur Rúni Heinesen í samrøðu við Rás2.

 

Stýrisformaðurin vil loksins svara spurningum um nógv umtalaðu Nýggjárssendingina.

 

Í kringvarpslógini grein 8, stk. 5 stendur, at kunngerð, lýsing og sponsorering skal verða háttað soleiðis, at greiður skilnaður er millum programminnihald, kunngerð, lýsing og sponsorering.

 

Tann 23. desember váttaðu bæði Tórshavnar og Klaksvíkar kommuna, at tey høvdu keypt seg inn í Nýggjárssendingina við ávíkavist 50.000 og 60.000 krónum.

 

Les eisini: Kreativur nýggjárssáttmáli

 

Eftir umrøðuna gjørdi ein stýrislimur formannin varugan við støðuna. Men Rúni Heinesen valdi einki at gera við málið.

 

Tvørturímóti segði Rúni Heinesen við in.fo tann 27. desember, at ”føroyingar fáa eina fína nýggjárssending.”

 

Sambært grein-5 í Kringvarpslógini hevur Stýrið evstu ábyrgdina av stovninum. Stýrið er ovasta leiðslan á stovninum og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og øðrum fyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdar.

 

Í tíðindaskrivi síðsta fríggjadag skrivaði Kringvarpsstýrið:

 

”Stýrið og stjórin í Kringvarpi Føroya eru samd um, at tað var ein skeiv avgerð av stovninum at góðtaka, at kommunur fingu høvi at keypa seg inn í sendingina, tí tað er ikki í samsvari við andan í kringvarpslógini og reglurnar um góðan fjølmiðlasið.”

 

Men tað er tó greitt, at bæði stjóri og stýrisformaður vistu um støðuna, væl áðrenn sendingin fór í luftina.

 

Rúni Heinesen hevur ongar viðmerkingar til tíðindini um, at stýrið hevur givið kringvarpsstjóranum eina átalu.

 

Sjálvur tekur stýrisformaðurin onga ábyrgd fyri, at hann opinlýst góðtók, at grein 8, stk. 5 í Kringvarpslógini fór at vera brotin.

 

Hoyr samrøðu við Rúna Heinesen við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Les eisini: Kári selir senditíð fyri 110.000 krónur

Les eisini: Stýrisformaður kúvendir