Styrkismetingin til EM í ár 2000 gjørd

Fótbóltur: Tað er ikki vist, at Føroyar fáa nakra aðra smátjóð í sama bólk í næstu EM-undankapping

Í vikuskiftinum almannagjørdi UEFA ein styrkislista, sum teir fara at halda seg til, tá lutakastið til undankappingina til EM í ár 2000 verður í Gent 18. januar.

Tey 49 londini, sum hava meldað til kappingina, eru býtt í fimm styrkisbólkar, og sum vera man eru Føroyar í veikasta bólkinum saman við 12 øðrum londum.

Tá lutakastið verður fyrst í komandi ári, verða tey 49 londini býtt í 9 bólkar. Í fimm bólkum verða fimm lond og í fýra bólkum seks lond.

Føroyingar hava mett tað verið eina góða ítróttarliga avbjóðing, at fáa aðra smátjóð í okkara bólk, og seinastu tvær undankappingarnr hava vit sett avíkavist San Marino og Malta uppá pláss. Hetta hevur ávirkan á bæði áhugan fyri fótbóltslandsliðnum og okkara støðu á styrkislistanum hjá FIFA, og tí er tað ynskilit, at okkurt av hinum londunum í veikasta styrkisbólki koma í okkara bólk.

Men hetta kann eingin tryggja føroyingum undan lutakastinum. Enn hevur Fótbóltssambandið ikki fingið at vita hvussu lutakastið fer fram, men tað er rættiliga sannlíkt, at tað skal eitt sindur av hepni til, skulu vit enda í einum bólki, har seks lond eru.

Undankappingin er skipað soleiðis, at allir teir 9 bólkavinnararnir sleppa víðari til endaspælið. Harafturat sleppur besti tveyarin við, og so vinnararnir av kvalifikatiónsdystum millum hinar 2?arnar.

Belgia og Holland, sum eru vertsjóðir fyri kappingini í ár 2000, eru tryggjað pláss í endaspælinum.

Farið verður undir undankappingina næsta heyst.