Styttri býtúrar framvegis 55 krónur

Bilstøðin Bil Mini-Taxi í Havn sigur í tíðindaskrivi, at í sambandi við at hýruvognstakstirnir eru hækkaðir, er taksturin hjá teimum framvegis 55 krónur fyri styttri býtúrar.

Býurin er býttur upp í 4 zonur, og í dagtímunum eru hámarksgjøldini fyri minsta takstin 55, 60, 66 og 71 krónur.
At býurin er býttur upp í 4 zonur er rættvísari fyri kundan, sigur Karlon Winther, nevndarlimur í Sp/f Bil Mini-Taxi, og nevnir sum dømi at taksturin er 55 krónur frá Farstøðini til t.d. Landssjúkrahúsið ella Gundadal.

Eisini eru broytingar í tíðunum, tá taksturin skiftir. Dagtaksturin er galdandi frá kl. 7.00 um morgunin til kl. 17.00, kvøldtaksturin er síðan galdandi frá 17.00 - 24. 00 og náttartaksturin frá kl. 24.00 - 7.00 um morgunin.