Fýra ferðir á rað hava Suðringar verið norðanfyri. Teir hava ikki spælt á heimavølli síðani 6. mai, tá ið teir vunnu 3-2 ímóti EB/Streymi.
Mikukvøldið vóru teir við nógvum áskoðarum í Gundadali, har tað ímóti B36 endaði við 4-2 tapi.
-Vit vóru væl nøgdir við hugburðin, og tað var fínt, at vit skoraðu tvey mál. Um vit skulu fáa nakað burturúr ímóti Víkingi, so er alneyðugt, at vit ikki gera mistøkini, sum vit gjørdu mikukvøldið, tá ið B36 skoraði tvey mál eftir long innkøst, sigur Stefan Radosavljecic hjá Suðringum.
Hann er darvaður av skaða í fótinum. Sama skili er hjá málverjanum Milos Budakovic. Rani Johansen hevur brotið hondina, og Teitur Krosslá Mortensen hevur trupulleikar við lærkrikanum.
Víkingar vita, at tað er stór avbjóðing at spæla ímóti Suðringum. Tá ið liðini hittust í Sarpugerði í landskappingardysti, endaði tað við málleysum javnleiki. Í fjórðingsfinaluni í steypakappingini vunnu Suðringar 2-0.
Víkingur hevur tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar. Síðsta sunnudag var avrikið lítið sannførandi, tá ið tað á heimavølli endaði við 3-0 tapi ímóti KÍ.
-Vit eru byrjaðir av nýggjum. Talan er um kapping við tíðina, men vit arbeiða við góðum treysti, sigur Sigfríður Clementsen, sum hevur havt ábyrgdina av Víkinga liðnum í tíggju dagar.
Tað er ein smeitur, at liðformaðurin Atli Gregersen er leikbannaður.