Suðurleiðin

Tað verður ofta sagt, at suðuroyingar knarra um farleiðina millum Suðuroynna og Høvusstaðin. Men er tað nú so?

Hvat mundi miðbúgvar og Vágafólk sagt, um Vágatunnilin var stongdur og Sam gamli aftur var settur í sigling um Vestmannasund.

Hvat høvdu norðingar sagt, um Noroyðartunnilin var stongdur og Ternan 1 sett í

sigling um Leirvíksfjørð. Ella hvat hevði skilamaðurin Hr. Lognberg sagt, um Tróndur var settur í sigling um Skopurnarfjørð

Eg spyrji bara.

Ikki er ringt at meta um "Reaktiónirnar", av omanfyri nevnda.

Svarið er yvaleyst: Ramaskríggj, "Blokadur", levind og larmur v. m. Sjálvandi vónar ongin, at okkara allra snotusligu tunnlar verða stongdir, men eitt er vist, tað hevði ikki verði góðtikið, at slíkar ferjur, sum Tróndur, ella Ternan 1, vóru settar í sigling so mikið, sum ein dag. Men viðvíkjandi farleiðini millum Suðuroy og Tórshavn sær út til, at alt ber til.

Øll sum hava nakað við Suðuroynna at gera, vita, at áliti er Smyril, hóast mín meining er, at ferðaætlanin ikki er nøktandi, og kundi verði snikkað saman nógv betri, men lat tað fara.

Tey flestu vita, at skip mugu til sýn, ella í dokk sum tað verður kallað, og tískil er neyðugt við avloysara-skipið, og seinast tá Smyril var á beding, var avloysar-skipið St.Olav.

Ein útslitin danga sum er total ótíðarhóskandi, við einans undantakið, íð er, at skipið er sjógott.

Røddir vóru tá frammi um, at slíkt ikki mátti endurtakað seg.

Næstu ferð tá í Smyril skuldi á beding, skuldi annað skip finnast.

Eisini var okkurt frammi um, at tað neyvan bleiv St. Olav, ið skuldi avloysa Smyril, tí sum skiltist, so skuldi tann dangan seljast, sum gamalt jarn.

Men enn siglir dangan, um um skamma stund verður hon áliti á farleiðini um Suðuroyarfjørð Eftir mínum tykki, er tað at halda fólk og alt vinnulív fyri spott, at seta hesa danguna, at røkja siglingina um suðuroyarfjørð nú Smyril skal í Dokk.

Aðrastaðni verður tosað um "Regularitet" og "Komfort", eins og fleiri fín fremmandaorð verða brúkt, tó í hesum førinum hóskar orðið gjøldur seg einamest.

Men hvar eru hini knarrini?

Enn hoyrist rødd tykkara ikki, men vónadi er hervið okkurt at kjakast um.

Í Útlegd Á Mikkjalmessu 2008