Suðuroyar Handverksmeistarafelag stovnað

Stovnandi aðalfundur í Suðuroyar Handverksmeistarafelag var í farnu viku hildin á Seglloftinum á Tvøroyri. Handverksmeistarar í Suðuroynni hava tikið stig til at stovna eitt felags lokalfelag fyri alla Suðuroynna, log á fundinum var góð undirtøka fyri ætlanini.

Í nevndina í nýggja felagnum eru valdir:

Mortan Mortensen, formaður

Júst Johannesen, næstformaður

Gudmund Larsen, skrivari

Hans Olaf Johannesen

Andrias Holm

Tað hava higartil verið tvey lokalfeløg í Suðuroynni, Vágs og Tvøroyrar Handverksmeistarafeløg, men seinnu árini hevur einki virksemi verið í feløgunum. Nýggjar nevndir vórðu eisini valdar í hesi feløgini við tí endamáli, at fyrireika uppskot til ein komandi eykaaðalfund um avtøku av feløgunum, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.