Suðuroyar sparikassi hevði eina millión eftir í yvirskoti eftir skatt fyrra hálvár í ár, og tað er 0,2 millión meira enn sama tíðarskeið í fjør.
Tað boðar Suðuroyar sparikassi frá í dag.
Útlánini eru hækkað við 3,8 prosentum, úr 566 mió. kr. fyri fyrra hálvár 2018 til 588 mió. kr. fyri fyrra hálvár í ár. Hækkingin kemur í stóran mun frá útlánum til kommunur. Innlánini lækkaðu í sama tíðarskeiði við 0,1 prosentum - úr 733 mió. kr. til 728 mió. kr.
Solvensurin hjá Suðuroyar sparikassa er 16,1%, og solvenstørvurin er 19,6%. Solvensurin er soleiðis 6,5% stig hægri enn solvenstørvurin.
Suðuroyar sparikassi hevur ein yvirdekning í gjaldførinum á 125% og eitt LCR á 58,2%. Hetta er ein framhaldandi liður í at optimera gjaldførið og kapitalbygnaðin í Suðuroyar sparikassa, sigur Suðuroyar sparikassi.
- Suðuroyar sparikassi er sum heild nøgdur við gongdina higartil í 2019, sigur Suðuroyar sparikassi.