Hóskvøldið skrivaði Suðuroyar Sparikassi og Vágs Bóltfelag undir eina nýggja sponsoravtalu, sum er galdandi í eitt ár, frá 1. januar í ár til 31. desember.
Hetta er størsta sponsoravtala, sum sparikassin ger, tí Per Jacobsen, marknaðarleiðari, dylir ikki fyri, at við hesi avtaluni rýkur bróðurparturin av tí, sum Suðuroyar Sparikassi hevur sett av til slík endamál.
?Men tað er kortini heldur ikki so, at vit ikki stuðla øðrum endamálum eisini, tí tað gera vit, eitt nú kappróðri, sigur Per Jacobsen.
Tá ið sparikassin hevur gjørt eina slíka ?høvuðsavtalu? við VB, er tað tí, at hann hesuferð heldur valdi at savna orkuna um eitt endamál og at stuðla tí ordiliga, heldur enn at spjaða stuðulin ov víða og at stuðla eini rúgvu av ymsum endamálum við smáum upphæddum, sum kanska ikki muna so væl hjá tí einstaka.
?Enn er sparikassin ikki so stórur. Men tað er onki at ivast i, at stuðulsupphæddirnar frá Suðuroyar Sparikassa fara at økjast í takt við at sparikassin sjálvur veksur- og tað gongur avgjørt rætta vegin, sigur hann.
Miðvíst til verka
Suðuroyar Sparikassi hevur stuðlað VB í fleiri ár, men tað skilst á báðum pørtum, at í ár er ætlanin at fara meiri miðvíst til verka, enn gjørt er onnur ár.
Umframt at geva sparikassanum ávís rættindi at lýsa á búnum hjá VB og í sambandi við tiltøk hjá felagnum, er eisini ætlanin at gera álvara burturúr eini áseting í sáttmálanum um at seta eina nevnd við umboðum fyri VB og Suðuroyar Sparikassa, sum leypandi skal fylgja avtaluni upp og meta um tað, sum virka væl og at meta um tað, sum kanska ikki virka so væl fyri at fáa tað rættað.
Per Jacobsen dylir ikki fyri, at tá ið avtala er gjørd um at henda avtalan skal vera meiri professionel, enn tær kanska onkuntíð hava verið, so er tað avgjørt tí, at Suðuroyar Sparikassan fegin vil gera meiri vart við seg.
?At vit hava fingið eina deild í Havnini, er ábending um tað sama. Og júst av tí at vit eisini eisini hava fingið deild í høvuðsstaðnum, er Suðuroyar Sparikassi blivin nógv sjónligari, ikki minst tí at deildin í Havn hevur fingið so dygga móttøku-ikki bara frá suðuroyingum í Havn, men eisini frá norðanfjørðsfólki.
Hava nakað burturúr
Marknaðarleiðarin í Suðuroyar Sparikassa dylir heldur ikki fyri, at áhugin fyri at gera sponsoravtalu við sparikassan.
? Tíverri kunnu vit ikki ganga øllum umsóknunum á møti. Men vit vilja fegin fáa nakað afturfyri tann peningin vit brúka til hesi endamálini.
? Og tað er heldur ongin grund at dylja fyri, at tað er hugaligari at stuðla einum felag, sum fær góð úrslit at vísa á.
?Vit vilja fegin vera stolt av tí, sum vit stuðla.
? So hóast tað skuldi kostað sparikassanum eitt sindur eyka, høvdu vit fegin sæð VB úti í evropeiskum kappingum, leggur marknaðarleiðarin afturat.
Skrivaðu fótbóltssøgu
Til tey, sum hava áhuga fyri søgu, kann eisini nevnast til stuttleika, at VB var fyrsta fótbóltslið í Føroyum, sum hevði lýsingar á búnanum.
Tað var í 1971 og eisini tá var tað Suðuroyar Sparikassi, sum var stuðul.
Sostatt vóru tað nakrar reglur av føroyskari fótbóltssøgu, sum vóru skrivaðar tá.
Hetta fall tó ikki í góða jørð hjá ÍSF, sum vildi góðkenna tað uttan víðari.
Men VB setti seg ímóti fótbóltssambandinum, og fekk at enda viðhald. Síðani varð reglugerð gjørd fyri, hvussu lýsingarnar skuldi vera.