Suðuroyar Svimjifelag fer at luttaka í Danish Open.

Fýra svimjarar frá SuSvim fara í dag til Danmarkar har tey skulu luttaka í Danish Open. Tað er Danska meistaraheitiskappingin á langbana. Kappingin ið verður í Gladsaxe byrjar týsdagin 1 juli og heldur áfram til sunnudagin 6 juli.

At senda svimjarar uttanlands at kappast, er ein liður í støðugu menningini av svimjarum, sum SuSvim hevur sett sær fyri.

Tey 4 eru: Mona Simonsen, Shaila Millum Garðarnar, Malan Vitalis Bærendsen og Pál Joensen. Við svimjarunum er eisini venjarin Jón Bjarnason, sigur SuSvim í tíðindaskrivi.