Suðuroyar svimjifelag til kapping í Greve

Tíðindaskriv:

SVIMJING

 

Suðuroyar Svimjifelag fer at taka lut í Danmark meistaraheitinum í 25 metur hyli, ið verður seinni í mánaðinum

SUSVIM verður at luttaka við 5 svimjarum. Tey eru:

Shaila Millum Garðarnar, Danjal Martin Hoffgaard, Pál Joensen, Mona Simonsen og Malan Vitalis Bærendsen. Við svimjarunum verður høvuðsvenjarin Jón Bjarnason.


Kappingin verður hildin í Greve 25 til 28 oktobur og luttaka um 500 svimjarar frá 68 feløgum, 66 Donsk, SUSVIM úr Føroyum og íslendingar verða eisini við.


Til tey ið hava møguleika at fara til kappingina, skal upplýsast at kappingin er í

Greve Svømmehal

Jørgen Bachs Plads 1

2670 Greve

Danmark


At senda svimjarar til kapping uttanlands, er ein liður í menningini av okkara svimjarum, so vit eisini frammhaldandi kunnu verða á ovastu rók hvat svimjing viðvíkir í Føroyum


Ferðalagið fer úr Føroyum 24 og verða heima aftur 29 okt.


Vit á susvim.com verða sjálvandi at fylgja við og verða úrslit og annað at finna á heimasíðuni hjá felagnum.


Stuðlað túrinum hava:


Suðuroyar Sparikassi

Rock trawl-doors

Faroe Farming