Tvey mál frá 19 ára gamla David Asare var tað, sum skuldi til, so FC Suðuroy leygardagin vann á FC Hoyvík, ið vitjaði á Vágseiði. Longu frá byrjan var heimaliðið grammari og hevði onkrar heilt góðar kjansir, men tað var ikki fyrr enn eftir spæl í góðan hálvan tíma, at David Asare fann meskarnar fyrru ferð og legði FC Suðuroy á odda 1-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Eisini í seinna hálvleiki stóð FC Suðuroy fyri tí nógva og spældi seg til fleiri málmøguleikar, men tað bragdaði bert ta einu ferðina mitt í hálvleikinum, tá Asare varð spældur leysur mitt fyri og skoraði trygt til 2-0. Samstundis kundu suðuroyingarnir fegnast um, at teir framvegis eru ósigraðir í kappingini og tí eisini eiga oddasessin í 1. deild.
Hitt suðuroyarliðið, TB, var í Havn og spældi ímóti teimum næstbestu hjá HB, og tann dysturin endaði við tryggum 5-1 sigri til gestirnar, sum eisini vóru á odda 2-0 í steðginum. Málini í fyrra hálvleiki skutu Aron Sørensen og Ragnar Tausen innan fyri ein minutt, tá stutt var eftir til hálvleiks.
Mitt í seinna hálvleiki økti Tórur Mortensen til 3-0, áðrenn Pál Mohr Joensen minkaði um munin fyri HB, ið tó fekk enn tvey mál ímóti sær, tá fyrst Aron skoraði aftur og Teitur Justinussen tveir minuttir fyri tíð staðfesti 5-1 sigurin hjá TB, ið vann uppiborið og stórt sæð ongantíð fekk nakað veruligt mótstpæl frá HB.
Fleiri stórsigrar
Millum tey fremstu liðini, ið kappast um at vinna sær uppflyting, liggur 1. deildarliðið hjá NSÍ, sum í løtuni er nummar tvey og liggur millum FC Suðuroy og TB á stigatalvuni. Um vikuskiftið vann NSÍ 5-1 á 07 Vestur, ið enn einki stig hevur vunnið sær, men sær út til at vera beint á veg niðuraftur.
Longu í fyrra hálvleiki høvdu Árni Frederiksberg, Rógvi Højgaard og Hugues Namni lagt NSÍ á odda 3-0, og hóast Karl Jóhan Djurhuus eitt korter inn í seinna hálvleik minkaði um munin, skoraðu Andrias á Líknargøtu og Óli Hansen hvør sítt mál, so NSÍ í fimta sigrinum á rað vann 5-1.
AB, ið sum skjótast ætlar sær uppaftur í bestu mansdeildina, vann somuleiðis stórt í sínum dysti, ið var tann síðsti leygardagin. Tað endaði 5-2 til AB, tá teir næstbestu hjá EB/Streymi vitjaðu, men eitt sindur kløkkaðu gestirnir, tá teir fóru framum 2-1 stutt fyri hálvleik.
Bjartur Kjærbo Dam legði AB framum 1-0 longu í sætta minutti, men tá lítil hálvur tími var farin, javnaði Esmar Eiðisgarð og fýra minuttir fyri steðgin legði Allan J. Hansen EB/Streym framum 2-1. Men tveir minuttir seinni varð brotsspark gjørt ímóti Milan Kuljic, ið sjálvur skjeyt og skoraði til 2-2. Í seinna hálvleiki gekk næstan ein hálvur tími, uttan at nakað mál kom aftrat, men so skoraði Nicolaj Eriksen fyrst tvey og Jónas Stenberg eitt, so dysturin endaði 5-2 til argjamenn.
Skála fótar sær
Hóast tað ikki er so langt síðani, at Skála var við í kappingini um at gerast føroyameistari í bestu deildini, er nógv broytt. Liðið hevur verið niðri í triðbestu deildini og vent, og mestsum allir eru skiftir út, sum vóru við á besta mansliðnum á Skála í 2005, tá tað kundi verið endað við einum føroyameistaraheiti, um alt gekk eftir vild síðsta kappingardagin.
Nú er Skála í ferð við at arbeiða seg uppeftir aftur, og hóast tað sá svart út at byrja við í ár, so eydnaðist leygardagin at vinna annan sigurin á rað, tá teir næstbestu hjá Víkingi vitjaðu, og Skála er í veruleikanum bara seks stig frá einum uppflytingarplássi nú.
Fyri góðari viku síðani vunnu skálamenn á útivølli 4-0 á 07 Vestur, og nú leygardagin vunnu teir so á heimavølli 3-0 á Víkingi, ið millum annað er einasta liðið, sum hevur tikið stig frá FC Suðuroy. Jákup Johansen og Niklas Poulsen skutu tvey mál í fyrra hálvleiki, og 10 minuttir fyri tíð økti Erland Berg Danielsen til 3-0.