Í tíðindunum hjá Kringvarpinum í dag klokkan 15:00, vóru tíðindini borin fram, at ró verður framundir at kanna møguleikarnar fyri einum samstarvið um vaksnamannafótbóltin í Suðuroy millum TB, FC Suðuroy og Royn.
Nakað sum eisini stóð at lesa í Sosialinum fyri fáum vikum síðani.
Samrøða var við TB formannin, Niels Pauli Eysturberg, sum greiddi frá at TB hevur havt eyka aðalfund sunnukvøldið, har stór undirtøka var fyri at royna møguleikan.
Sum skilst er ætlanin ikki at leggja øll trý feløgini saman í Suðuroynni, men at samstarva í vaksnamannafótbóltinum um eitt felags Effo-lið.
Niels Pauli Eysturberg greiddi frá, at tað er ein sannroynd at fólkatalið í Suðuroynni er ov lítið til tvey Effo-lið, og at feløgini tí mugu samstarva.
Niels Pauli Eysturberg kundi ikki úttala seg um, um eitt felags lið fyri Suðuroynna kundi vera veruleiki longu komandi kappingarár, men at arbeitt verður við málinum.