Suðuroyarsiglingin
Nú er ivasamt, hvussu tað verður við siglingini ímillum Havnina og Suðuroynna í vetur.
Undir øllum umstøðum er tað greitt, at stórur vandi er fyri, at suðuroyarsiglingin aftur fer at verða nógv skerd, tá ið veturin kemur og veðrið fer at verana.
Orsøkin er, at Smyril hevur eitt brek á stabilisatorskipanini og ætlanin var at umvæla hana í vetur.
Men tað er alt, sum bendir á, at tað fer ikki at bera til at gera hesar umvælingarnar fyrrenn einaferð í vár, helst síðst í februar, soleiðis sum støðan er nú.
Fyri at Suðuroyarsiglingin kundi verða álítandi og í heilt tryggari legu í vetur, mælti Strandferðslan tí til at Smyril rætt og slætt veðrur lagdur í vetur og at eitt hóskandi skip verður leigað at røkja siglingina, til brekið er umvælt.
Strandferðslan søkti tí um eykajáttan til endamálið.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum tók undir við Strandferðsluni og legði málið fyri landsstýrið, har hann mælti til at lata Strandferðsluni eykajáttanina.
Fær onga eykajáttan
Men hesum tekur Landsstýrið ikki undir við.
Landsstýrið viðgjørdi umsóknina á fundi týsdagin, men niðurstøðan var, at Strandferðslan ikki fær hesa eykajáttanina, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður.
Talan var um eina eykajáttan í ár upp á 10 milliónir í ár og næsta ár upp á nakað tað sama.
Men tá hevur Strandferðslan bundið um heilan fingur og biðið um eykajáttan til ta ringast hugsandi støðuna so helst hevði talan verið um eina minni eykajáttan næsta ár, sigur Bjarni Djurholm.
Sostatt skal talið takast við størsta fyrivarni, tí eydnast tað at fáa eykalutirnar fyrr enn ætlað og verður tað bíligari at leiga skip, verður eisini brúk fyri samsvarandi minni upphædd.
Men niðurstøðan hjá Landsstýrinum er, at Smyril skal sigla, til hann fer í dokk, um tað so ikki verður, fyrrenn í februar, ella mars mánað næsta ár.
Somuleiðis skal játtanin takast við á fíggjarlógini fyri 2003 til at umvæla stabilisatorarnir á Smyril fyri og til at leiga avloysaraskip fýri tað tíðina, hann verður í dokk.
Tríggjar møguleikar
Sum er, virka stabilasotararnir, men teir virka ikki væl og teir kunnu ganga heilt fyri nær tað skal vera.
Strandferðslan hevur boðað landsstýrinum frá, at hon hevur tríggjar møguleikar.
Ein møguleiki er at lata Smyril sigla og vóna tað besta í vetur, tvs, at stabilisatorarnir halda. Halda teir ikki, ber til at sigla við ongum stabilisatorum. Men alt eftir, hvussu veðrið verður, fer tað at føra skerjingar við sær fyri tann tunga flutningin og fer at gera umstøðurnar hjá ferðafólki munandi verri. Fáa vit ein ringan vetur, og stabilisatorarnir fara, verða møguleikarnir fyri tungum flutningi munandi skerdir, tí tað fer bara at bera til at føra tungan flutning í góðum veðri. Skal Smyril sigla, verður tað sostatt stór óvissa um álitið í ferðasambandinum og um, hvussu reglulig siglingin við tungum flutningi verður.
Ein annar møguleiki er at lata Dúgvuna røkja suðuroyarsiglingina.
Og ein triði møguleiki er at lata Strandferðsluni eina eykajáttan, so at Smyril kann verða lagdur, hetta fer at tryggja suðuroyingum regluliga sigling í vetur.
Og á fundinum týsdagin gjørdi Landsstýrið sostatt av at vísa til tann fyrsta møguleikan, sum er, at Smyril skal sigla í vetur og so at vóna tað besta.
Taka til eftirtektar
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at hann kann ikki annað enn at taka avgerðina hjá Landsstýrinum til eftirtektar.
-?Vit hava boðað frá, at skal Smyril sigla, verður vandi fyri avlýsingum og skerdum flutningi, tí stabilisatorarnir kunnu fara hvørja løtu, tað skal vera.
? Fara stabilisatorarnir, mugu vit bara klára okkum sum frægast við ongum.
? Tað, einasta, vit kunnu gera, er at fáa stabilisatorarnir umvældar sum skjótast, men fyribils sær tað ikki út til, at tað verður fyrrenn í februar mánað.
Hann vísir tó á, at kannað verður eftir, um tað ikki ber til at fáa eykalutirnar fyrr, men enn hava útlitini fyri tí ikki verið stór.
? Orsøkin til at vit vildu sleppa at leiga eitt skip í allan vetur, var fyri at tryggja suðuroyingum eitt álítandi samband í vetur, men vit fáa ikki gjørt meiri enn at taka avgerðina hjá Landsstýrinum til eftirtektar, sigur stjórin á Strandferðsluni.
Sí eisini greinina "Smyril kann liggja lamin nær tað skal vera"