Beinanvegin merkir ikki altíð beinanvegin.
Í hvussu so er ikki, tá ið tað snýr seg um politikk....
Í Samgonguskjalinum, sum varð undirskrivað fyrst í mai mánaða stendur í grein 13, sum er um samferðslu- og samskiftismál, at... ?samferðslan við Suðuroynna verður dagførd beinanvegin³.
Somuleiðis stendur, at møguleikarnir fyri loftvegis sambandi við flogfari skulu eisini kannast.
Hetta eru nú næstan fimm mánaðir síðani, men enn er onki hent - uttan tað, at Smyril hevur strikað túrin til Vág mikudag og at ferðin hósdag er broytt, so at hann siglur norður av Drelnesi klokkan sjey hóskvøld og suðuraftur klokkan 10.
Og nú eitt kvøldið hoyrdu vit landsstýrismannin í samferðslumálum, Finnboga Arge, greiða frá í øðrum av loftmiðlunum, at ongir batar verða í suðuroyarsiglingini enn, men at alt ferðasambandi til Suðuroynna skuldi kannast at vita, hvussu sambandið kundi verða snikkað frægast saman.
Men kanningar plaga at taka tíð og suðuroyingar eru nú farnir at trákkast eftir dagføringini av suðuroyarsiglingini og teir eru farnir at spyrja seg sjálvar, um ikki ?beinanvegin³ merkir beinanvegin, ella um orðið hevur fingið onkran annan týdning í politiskum samanhangi.
Vit hava spurt einasta suðuroyartingmann í samgonguni, Hergeir Nielsen, um, hvat politikarar løgdu í orðini um at dagføra sambandið til Suðuroynna beinanvegin, tá ið teir samráddu seg fram til samgonguskjalið fyrst í mei mánaða.
Sker í hjartað
Hergeir Nielsen sigur, at tað er onki at ivast í, at beinanvegin merkir beinanvegin.
Eg havi eisini spurt meg sjálvan um, hvussu leingi tað kann góðtakast at bíða.
Men vit mugu ásanna, at tað hevur verið nógv at gjørt í hesum landsstýrinum.
Hergeir Nielsen sigur, at hann reisti málið á seinasta samgongufundi at vita, hvussu tað líður.
Og eg havi fingið at vita frá ráðharranum í samferðslumálum, at hann tekur hetta í fullum álvara og arbeiðir av kraft við málinum.
Eg havi fingið at vita, at kanningar eru settar í verk at vita, hvussu hendan dagføringin kann gerast á skilabesta hátt.
Og tann snórin haldi eg, at vit skulu geva honum so vit ikki fara fram eftir fummum.
Hergeir Nielsen sigur, at tað er heldur ikki vanligt at broyta ferðaætlanina mitt í árinum ella frá 1. januar.
Men hann roknar heilt avgjørt við, at siglingin til Suðuroynna verður dagførd tá ið nýggj ferðaætlan kemur í gildi til vanliga tíð komandi vár.
Hann sigur, at hann hevur góðtikið, at túrurin til Vágs mikudag er strikaður, og at ferðaætlanin hósdag eisini er broytt, tí tað er púra greitt, at tað hevði fingið víttfevnandi avleiðingar fyri fiskivinnuna í Suðuroynni um ikki ein túrur bleiv norðureftir hóskvøld.
M.a. fingu vit at vita, at Fiskavirking fór at flyta ætlaðar íløgur í Suðuroynni norður um fjør.
Hinvegin kann tað verða ein fyrimunur við hvørt at hava ein seinan túr norðureftir onkuntíð, tí tað gevur fólki norðanfjørðs fleiri tímar meiri í Suðuroynni, uttan at tey noyðast at gista, og tað kann eitt nú hava týdning í sambandi við tænastuveitingar til vinnuna. Tað gevur eisini Suðuroyingum ein longri dag í Havn - og møguleika at taka lut onkrum mentanarligum hóskvøld.
Men hann viðgongur, at her er ikki talan um eina dagføring.
At strika túrin á Vág er tað beint øvugta og tað er púra sjálvsagt, at hann kemur aftur, táið siglingin verður dagførd.
Hvat liggur annars í orðinum um at dagføra siglingina?
Tað liggur tað í tí, at tænastan um Suðuroyarfjørð skal upp á eitt støði, sum minnir um tænastustøðið á øðrum rutum.
Eg veit væl, at tað ber ikki til, at lata Smyril sigla í pendulfart um Suðuroyarfjørð. Tað er báði fíggjarliga ógjørligt og óneyðugt tí at skipið er so stórt.
Men vit eiga at kanna møguleikarnar fyri tveimum túrum hvønn dag, umframt eitt ískoyti yvir Sandoynna.
Talan kann kanska verða um at gera nakrar túrar um dagin ímillum Hvalba og Sandoynna við tí nýggja Tróndi, ella øðrum skipi.
Óttin fyri, at tað fer at maá støðið undan Smyrli so líðandi og at endin verður, at suðuroyingar fara at missa Smyril heilt, er púra ógrundaður.
Tað eru so nógvir fløskuhálsar, báði í tunlinum millum Hvalba og Tvøroyri, á Hvalbiarkei og í Sandoynni, at tann farleiðin verður aldrin til meiri enn eitt ískoyti fyri at fáa túratalið upp. Í øllum førum er túrurin hjá Smyrli norður um morgunin og suður um kvøldið hornasteinurin undir fólka- og farmaflutningi og tað verður undir ongum umstøðum broytt.
Men vit hava fingið at vita, at játtanin til Strandferðsluna verður ikki hækkað næsta ár?
Tað er ikki vist, at tað er neyðugt, at hækka játtanina. Eitt nú er siglingin inn á Skálafjørðin er niðurløgd, og hon kostaði 2,5 millión.
Í øllum førum er tað ein greið, politisk avtala, at ferðasambandið til og úr Suðuroynni skal verða betri og tað verður uppgávan hjá landsstýrismanninum at seta tað avtaluna í verk.
Vit hava eisini fingið at vita, at flúgving til Suðuroynna er heldur ikki á fíggjarlógini komandi ár?
Tað er helst tí, at kanningarnar hava ikki ført til nakað úrslit enn. Tað er ikki vist, at tað er neyðugt við einum sjálvstøðugari játtan á fíggjarlógini til flúgving, tí førir tað sparingar við sær aðrastaðni, kann flúgving kanska setast í verk innan karmarnar, sum eru. Ella talan kann verða um eina eykajáttan, sigur Hergeir Nielsen.