Í dag fekk landsstýrismaðurin við samferðslumálum, Heðin Mortensen, handað álit um at gera nýggjan Suðuroyartunnil. Arbeiðsbólkurin hevur arbeitt síðani í mars mánaði. Í tilmælinum nevna teir fimm møguligar linjuføringar, men tað er tó tann eina linjuføringin, sum arbeiðsbólkurin tilmælir, at arbeitt eigur at vera víðari við.
– Vit hava hugt nógv eftir longdini, tí at tað er so dýrt at gera undirsjóvartunlar. Tað kostar 120 milliónir krónur fyri hvønn kilometur, meðan ein vanligur tunnil kostar 80 milliónir fyri kilometurin, og at gera vegir kostar umleið 25 til 30 milliónir fyri kilometurin. Tað er sostatt nógv dýrast at gera undirsjóvartunlar. Tí hava vit roynt at fáa hann so stuttan sum møguligt, sigur Bergur Poulsen, sum hevur verið formaður í arbeiðsbólkinum.
##med2##
##med3##
Tunnil á Skarvanesi og nýggjur Sandvíkartunnil
Umframt sjálvan tunnilin er eisini íroknað prísin at gera ábøtur á Skarvanesvegin, at gera ein 400 metur langan tunnil í bratlendinum áðrenn Skarvanes og at gera nýggjan Sandvíkartunnil.
Hinar møguligu tunnilslinjurnar hava inntak norðanfyri Sands bygd, áðrenn brattlendi í Skarvanesi, í Dali ella eru umvegis Skúvoy. Allar hesar loysnirnar eru longri. Tó er tann úr Dali sama longd.
Landsverk hevur mælt til eina linjuføring, har tunnilin byrjar norðanfyri Sandsbygd, millum annað fyri ikki at órógvað ferðsluna í bygdini. Hví verður ikki lurtað eftir Landsverki?
– Tann tunnilin verður munandi longri og kostar tilsvarandi nógv meira. Tað er ein politiskur spurningur, um landið vil nýta meira pengar til tunnilin, sigur Bergur Poulsen.
Hann vísir tó á, at eingin linjuføring er útihýst.
##med4##
Skúvoy ikki við
Tað hevur fleiri ferðir verið tosað um, at Suðuroyartunnilin eigur at koma upp í Skúvoy og so víðari til Sandvíkar. Hví mæla tit ikki til, at farið verður upp í Skúvoy?
– Um tað er politiskur vilji at rinda tað, sum tað kostar eyka at leggja tunnilin um Skúvoy, so er tað eisini ein møguleiki. Tað kostar tó einar 400 ella 500 milliónir krónur eyka. So tað ber til. Vit skulu tó minnast til, at Skúvoy er eitt ramsarøki, og hon er sera lítil. Ein tílík verkætlan fer at ávirka náttúruna í Skúvoy rættiliga nógv, og eg vænti ikki, at skúvoyingar ella onnur eru so glað fyri tað. Um farið verður niðan á Hvítanes, so sær ein, hvussu byggiplássið sær út, tað er næstan so stórt sum Skúvoy, og tí er tað ikki bara at siga tað, sigur Bergur Poulsen.
##med5##
Trygdin í hásæti
Tunnilin verður meira enn 22 kilometrar. Verður tað trygt at koyra gjøgnum tunnilin?
– Sjálvandi verður trygdin í hásæti. Tað eru nógvir tekniskir møguleikar, hvussu tað kann gerast. Til ber at gera rýmingarleiðir ella trygdarrúm, har farast kann, um okkurt álvarsligt hendir. Tað ræður eisini um at steðga ferðsluni, um okkurt hendir. Tað vera videotól, sum fylgja við ferðsluni, til dømis um eldur kemur í ein bil, so verður tað skrásett beinanvegin, og átøk verða gjørd tí viðvíkjandi beinanvegin. Vit skulu eisini minnast til, at tað vera ikki so nógvir bilar, sum fara at koyra í tunnlinum. Ferðslumetingarnar hjá Landsverki, siga, at tað fara at koyra umleið 1600 bilar um samdøgrið, og tað er rættiliga lítið. Eg vænti, at tað verður tryggari at fara í undirsjóvartunnilin í mun til at fara við Smyrli. Í eini bilferju eru nógv fólk og bilar savnaðir á einum lítlum øki, men soleiðis verður tað ikki í undirsjóvartunlinum. Hetta er mín leysliga meting. Eg ivist tó ikki í, at trygdin umborð á Smyrli eisini er í hásæti, sigur Bergur Poulsen.
##med6##
Vóni at verkætlanin verður til veruleika
Heðin Mortensen, landsstýrismaður við Samferðslumálum, er fegin um at hava fingið álitið og spentur at arbeiða víðari við tí.
– Eg vóni, at henda verkætlanin verður til veruleika. Arbeiðsbólkurin hevur gjørt eitt gott arbeiði, og eg gleði meg at sleppa at arbeiða víðari við hesum, sigur Heðin Mortensen.
Hendan samgongan situr ikki leingi afturat, og tú veitst heldur ikki, um tú ert á postinum aftaná valið. Hvat fert tú at gera?
– Vit mugu ikki steðga á, men arbeiða víðari. Um eg komi at sita har, ella tað verður ein annar, so má tann landsstýrismaðurin, ið tá situr, arbeiða víðari. Her hevur hann eitt gott grundarlag at arbeiða við, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður.
##med7##