Suðuroyingar fáa enn ein spælara ”heim”

Tað legst afturat við spælarum hjá TB/FCS/Royn

Teitur Justinussen verður aftur at síggja við Stórá í seinnu hálvu í ár. Í gjár lat flytingarvindeyað í Føroyum upp. Fyri kortum kunngjørdi TB/FCS/Royn at David Muller verður nýggjur maður í hópinum.

 

Les eisini: Føroyskur áleypari til TB/FCS/Royn

 

Nú boðar heimasíðan hjá TB frá, at Teitur Justinussen verður partur av besta liðnum hjá felagnum. Hann hevur spælt 167 dystir fyri TB og hevur fyri tað mesta spælt á bakkinum og vonginum, skrivar heimasíðan hjá TB.

 

Les eisini: ÍF fingið sín áleypara

 

24 ára gamli Teitur Justinussen og David Muller kunnu spæla við móti 07 Vestur. Ein dystur sum verður sunnudagin. Flytingarvindeygað í Føroyum opnaði hósdagin.